Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Nú ber til at søkja um stuðul úr tveimum grunnum, sum Tórshavnar kommuna umsitur. Annar er Minnisgrunnur Sonnu av Skarði, sum veitir stuðul til fólk, sum leita sær útbúgving innan tóvirki, og hin er Sanglegat til minnis um Sonnu Dahl Waagstein, sum veitir stuðul til útbúgving innan sang.

Á hundraðára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976 stovnaði Tórshavnar kommuna „Minnisgrunn Sonnu av Skarði“. Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.

Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, ráðgeva, telefon 30 20 10. Umsókn við upplýsingum um útbúgving og framtíðar ætlanir í tóvirkisútbúgving skal sendast Tórshavnar kommunu, Postrúm 32,FO-110 Tórshavn, ella á torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mikudagin 23. mai 2018. Merkið umsóknina „Minnisgrunnur Sonnu av Skarði“.

Sanglegatið letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur og sum ætla at útbúgva seg meira í solosangi. Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, ráðgeva, telefon 30 20 10.

Umsóknir skulu sendast Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, FO-110 Tórshavn ella á torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mikudagin 23. mai 2018. Merkið umsóknina „Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl
Waagstein“.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo