40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavnar býráð hevur samtykt at fara undir fyrireikingar at seta eina standmynd upp í Havn til minnis um kendu havnarkonuna Andreu Árting og hennara virki innan fakfelagsrørsluna, kappróður v.m.

Leingi hevur ynski verið um at heiðra minnið um hesa serstøku kvinnu. Fyribils hevur kommunan játtað 300.000 kr, og er málið at fáa á leið somu upphædd í stuðli og gávum. Ætlanin er at útinna verkætlanina í fyrru helvt av 2020. Fyribils verður umhugsað, at staðsetingin verður í Steinatúni.

Talan verður um eina verkætlan, sum ætlanin er at fremja sum samstarv millum Tórshavnar kommunu, fakfeløg og aðrar áhugapartar úr vinnulívinum. Tá greitt er, hvørjir partar hava áhuga at vera við í verkætlanini, verður fíggjarætlan gjørd og leistur fyri, hvussu verkætlanin verður útint.

Tórshavnar kommuna vendir sær til møguligar áhugapartar um at luttaka í verkætlanini, men vil eisini fegin frætta frá øðrum, sum vilja stuðla verkætlanini við størri ella minni upphædd.

Andrea Árting var komin væl upp í árini, tá hon í ringastu tíðunum í 1930´unum púra óvæntað gjørdist forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Kreppan hevði við sær, at fakfeløgini vóru undir trýsti. Hetta nervaði tó ikki Andreu. Hon var órørd, og hon segði altíð tingini beint fram, sama hvar ið hon var.

Við sínum eyðsýnda sosiala tilviti gjørdist hon ein ímynd fyri fakfelagsstríðið í Føroyum í 20. øld. Alt sítt vaksna lív setti hon rættindini hjá kvinnum í brennidepilin. Hóast hon ongantíð sat á tingi, virkaði hon í roynd og veru sum ein sosialpolitikari. Lønin hjá arbeiðskvinnunum var størsta partin av 20. øld væl lægri enn hjá monnunum. Hetta setti Andrea sær fyri at broyta. Í 1977 rakk hon loksins úrslitinum, at kvinnur og menn skuldu fáa líka løn fyri sama arbeiði.

Tá hon seinni sama árið legði frá sær sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, var hon 85 ára gomul.

Soleiðis verður sagt um Andreu Árting í sambandi við filmin, sum er gjørdur um hana og vístur í KVF í 2017.

Í fjør vóru liðin 100 ár, síðan kvinnur fyrstu ferð róðu kapp í Føroyum. Tað var á ólavsøku 1918, og stigtakari var Andrea.

Andrea Árting varð borin í heim 23. desember 1891 og andaðist 30. mai 1988.

Eru spurningar ella ynski um at stuðla, ber til at venda sær til Hannu Simonsen, málsviðgera á Mentamáladeildini, telf. 302010 ella 302198, teldupostur hannasim@torshavn.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo