Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

Hóskvøldið 27. apríl kl. 19.30 skipar Klaksvíkar Tónlistaskúli fyri konsert í Ósáskúlanum. Á konsertini luttaka orkestrið Norðanvindar, Klaksvíkar Hornorkestur og tveir bólkar frá Vága Musikkskúla.

Norðanvindar er eitt orkestur hjá Tónlistaskúlanum, sum hevur blásarar, klaver og trummur.

Orkestrið er bjóðað við til eina norðurlenska stevnu, sum verður í Faaborg, Fyn, í døgunum 10.-14. mai. Henda stevna verður hildin annað hvørt ár, og  londini, sum eru við, skiftast um at vera vertur fyri stevnuni. 

Um tvey ár verður stevnan í Føroyum.

Næmingar frá skúlum í Noregi, Svøríki, Danmark og Føroyum venja saman og spæla til tvær konsertir, sum verða leygardagin 13. mai.  Hetta er aðru ferð Klaksvíkar Tònlistaskúli er við, fyri tveimum árum vóru næmingar í Hole, Noregi.

Skráin er blandað. Norðanvindar hava lagt seg eftir at spæla føroyskan tónleik og fingið ymsar tónleikarar at útseta til bólkin. Nøkur av løgunum verða at hoyra á konsertini.

Atgongd til konsertina er ókeypis, í steðginum ber til at keypa kaffi, te, saft og kakur, pengarnir fara til ferðina. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo