Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinasta árið hava Ráð Teirra Lesandi á Setrinum og Meginfelag Føroyskra Studenta fegnast um, at gongd endiliga er sett á arbeiðið at menna føroyska útbúgvingarverkið eftir altjóða leisti.

Talan er um góðskutrygging av Fróðskaparsetrinum eftir leisti, sum er staðfestur í Bologna-tilgongdini, um menning av føroyska førleikakarminum innanfyri hægri útbúgving, sum liggur undir Uttanríkis- og Mentamálaráðnum.

Kortini gjørdist tað ein stokkut gleði, tí longu nú tykist arbeiðið at dragna, tí neyðug játtan at halda fram við arbeiðnum komandi árið vantar í. Vit kunnu millum annað nevna, at seinasta árið hevur Setrið sett starvsfólk tilsvarandi hálvtannað ársverk, men komandi ár noyðist Setrið at minka arbeiðsorkuna niður í eitt starvsfólk.

Í Mentamálaráðnum hevur eitt fólk verið sett í tíðaravmarkað starv fram til ársbyrjan 2021.

Sum umboð fyri lesandi í Føroyum ynskja vit at síggja eitt føroyskt útbúgvingarverk á altjóða støði, sum gevur okkum smidleikan, at royna okkum á øðrum universitetum úti í heimi, og sum gevur okkum bestu førleikarnar, tá vit koma út á arbeiðsmarknaðin.

Við at Føroyar gerast partur av Bologna-tilgongdini, kunnu vit náa hesum málum.

Vit viðurkenna, at hetta arbeiðið tekur tíð, og vilja eisini vísa á, at hendan samgongan hevur bundið seg til hetta í samgonguskjalinum.

Tá gongd loksins er komið á arbeiðið, er tað sera spell, at tað ikki verður politiskt tryggjað, at arbeiðið verður borið á mál. Vit vilja tí heita á Løgtingið um at samtykkja eina játtan til Fróðskaparsetrið og til Uttanríkis- og Mentamálaráðið til at bera hetta á mál.

Neyðugt er, at bæði Setrið og Mentamálaráðið kunnu halda fram við hesum við somu – um ikki størri – arbeiðsorku, og til tess krevst ein oyramerkt játtan á fíggjarlógini fyri 2021.

Um pengar ikki verða játtaðir, stúra vit fyri, at tað fer at taka alt ov langa tíð, áðrenn vit náa á mál, ella í ringasta føri, at vit ikki náa málinum, og at alt arbeiðið higartil fer at vera burturspilt.

Latið okkum tí ikki sleppa arbeiðnum, nú tað er komið í gongd, og heldur tryggja, at vit um ikki alt ov langa tíð kunnu fáa altjóða viðurkenning til okkara føroyska útbúgvingarverk.

Ráð Teirra Lesandi á Setrinum
og
Meginfelag Føroyskra Studenta

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo