Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hvirlan: Leygardagin 10. juni verða Stuttleikir aftur á Tórsbreyt. Hetta er 14. ferð, at ungdómurin hjá Hvirluni skipar fyri leikunum, sum er frælsur ítróttur fyri børn yngri enn 12 ár, og undirtøkan plagar at vera góð.

Stuttleikir snúgva seg um, at børnini sleppa at royna seg í frælsagreinunum – 60 m renning, longdarlopi og bóltkasti. Við tilmelding fáa øll eitt skreytblað við egnum navni. Hetta hava tey við til start, og tá ið tey royna seg, verða úrslitini skrivað á blaðið. Tá ið børnini hava roynt allar greinarnar, fáa tey heiðursmerki, kakao frá MBM og eina frukt frá PM.

Til Stuttleikir vil Hvirlan fegin geva børnunum møguleika at savna seg um egin avrik heldur enn at kappast um fyrsta, annað og triðja plássið. Um tey fegin vilja kappast, so kunnu tey samanbera avrik, men royndir vísa, at børnini heldur samanbera egin avrik við avrikini frá undanfarna ári, og tað er tá, tey veruliga kenna framgongd.

Kids leikur, Faroe Ship og SMS stuðla eisini Stuttleikum, og inntøkurnar fara til ungdómin hjá Hvirluni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo