40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar Kommuna: Hósdagin 8. desember hava omanfyri 13.000 veljarar rætt til at greiða sínar atkvøður í Høllini á Hálsi. Stóra talið av veljarum hevur við sær, at trýst er í ferðsluni. Longu fyrrapartin í morgun eru bilrøðirnar langar, tí meginparturin ætlar sær inn á parkeringsøkið uttanfyri høllina. Frægast er tó at nýta onnur parkeringspláss í økinum.

Rættiligt trýst er á ferðsluni við rundkoyringina á Hálsi. Hetta hevur við sær langar bilrøðir, millum annað á Norðara Ringvegi. Vit mæla tí veljarum til at nýta onnur parkeringspláss í økinum. Til dømis parkeringsplássini á Hálsi, Tórsbreyt, við Badmintonhøllina og uttanfyri Gundadalshøllina.

Á myndini omanfyri sært tú øll parkeringsplássini nærindis Høllini á Hálsi.

Trýstið minst millum kl. 18 og 20
Royndirnar frá undanfarnum valum vísa, at trýstið er minst frá klokkan 18 til 20, meðan flest koma á valstaðið millum klokkan 15 og 17. Tilmælið um at nýta onnur parkeringspláss er sostatt galdandi allan dagin, tí vit kunnu vænta, at ferðslan økist út á dagin.

Millum klokkan 15 og 17 er ferðslutrýstið frammanundan stórt, tí tá fara fólk heim frá arbeiði, og tað kann tískil gerast truplari at finna parkeringspláss við høllina.

Tað er somuleiðis vert at vita, at flest allar leiðir hjá Bussleiðini hava steðgipláss tætt við valstaðið á Hálsi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo