Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Stórt arbeiðstrot er longu nú í Føroyum, og fer tað at veksa í komandi tíðum. At stytta arbeiðsvikuna kemur tí at økja enn meira um verandi trýst á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ikki búskaparliga skilagott. Best er at minka um tey trýst, sum eru í búskapinum.

Harafturat kemur uppskotið at økja munandi um lønarkostnaðin í vinnuni og í almenna geiranum, og verður tað soleiðis við til at gera fíggjarpolitiska haldførið uppaftur verri.

Soleiðis sum gongdin hevur verið í føroyska samfelagnum seinnu árini og útlitini til vaksandi starvsfólkatrot innan fleiri økir, so er samfelagsbúskaparligi tørvurin ikki, at vit arbeiða minni, men heldur at vit arbeiða meira.

Spurningurin kann tí setast við, um hetta er rætta løtan at lækka arbeiðsvikuna frá 40 til 37 tíma arbeiðsviku.  

Tað ber til at gera eina lækking av arbeiðstíðini, um politisku myndugleikarnir ynskja tað. Í so fall er neyðugt, at politiski myndugleikin samstundis finnur fígging til endamálið, tí tað er ikki ókeypis. Og sum samfelag mugu vit tá eisini finna aðrar loysnir á vaksandi starvsfólkatrotinum.

Les grein um styttri arbeiðsviku frá formanninum í búskaparráðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo