40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fyri at betra um og tillaga raksturin til, lága rentustøðið og herdu kapitalkrøvini til peningastovnarnar, broytir Suðuroyar Sparikassi rentur og tænastugjøld tann 21. januar 2021.

Vanlig innlán - privatkundar
Markið fyri, hvussu stóra upphædd privatkundar kunnu hava innistandandi á vanligum innláni uttan at rinda negativa rentu, lækkar úr 250.000 kr. niður í 100.000 kr. Hetta merkir, at negativ renta verður rindað av tí upphædd, sum er omanfyri 100.000 kr.

Samansparingarkontur
Renturnar á øðrum samansparingarkontum lækka við upp til 0,2 %, samstundis lækkar markið fyri, nær kontur við 3, 12, og 18 mánaðar uppsøgn fáa negativar rentur - úr 2.500.000 kr. til 1.000.000 kr. Negativ renta á 0,75 % verður rindað av tí upphædd, sum er omanfyri 1.000.000 kr.

Vinnulán
Rentan á vinnulánum hækkar við upp til 0,75 %.

Tænastugjøld
Nýggj og dagførd tænastugjøld verða eisini ásett.

Gildiskoma
Broytingarnar koma í gildi 21. januar 2021. Yvirlit yvir rentur og tænastugjøld verður dagført á heimasíðuni www.ss.fo, tá ið broytingarnar koma í gildi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo