Tað eydnaðist Nasa í nátt at fáa eitt rúmdarkanningarfar at stoyta saman við smágongustjørnu.
Árenningin hendi klokkan 00:14 okkara tíð í nátt, og hevði rúmdarkanningarfarið eina ferð á 22.530 kilometrar um tíman.
Nasa heldur at hetta í framtíðina fer at tryggja okkara klótu um nú himmallikam gerast ein hóttan.
Rúmdarkanningarfarið kostaði 330 milliónir dollarar, sambært The Guardian.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo