Kavbáturin er bara 6,7 metrar langur, og liggur hann á havsins botni, kann tað gerast torført at finna hann millum mongu vrakpartarnar við Titanic.
Tað sigur Frank Owen, sum er fyrrverandi leiðari í australsku kavbátabjargingartænastuni við BBC.
- Tað er sum at leita eftir einari ávísari minu í einum minuøki.
Samtíðis undirstrikar hann, skrivar TV 2, at vrakið á 4 kilometrar dýpi er nakað væl uttanfyri tað sum bjargingartól røkka.
Nú skrivar Sky News at kavbáturin hevur sent út neyðarkall.
CNN's own @GabeCohenNews has reported on the submersible that's now missing near the titanic.
— CNN This Morning (@CNNThisMorning) June 20, 2023
He shows us what it's like inside the vessel and tells us more about the company behind it: pic.twitter.com/zKnDAUbURg
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo