Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í dag kemur nýggj heimasíða út. Summartónar verður í ár 30 ár, og heimasíða er nú gjørd til festivalin.   

Fyrstu Summartónar vóru í 1992. 15 konsertir vóru í Tórshavn, Kirkjubø og Runavík. 13 tónaskøld vóru á skránni. Felagið Føroysk Tónaskøld FFT hevur staðið fyri festivalinum. Drívmegin øll árini hevur verið tónaskaldið Kristian Blak. 

Fyrstu árini var meginreglan at bíleggja nýggjan føroyskan partiturtónleik og spæla sonevndan klassiskan tónleik. Helvtin av skránni skuldi vera føroyskur tónleikur. Teir fyrstu føroysku tónleikararnir, ið vóru liðugt útbúnir, ella vóru undir útbúgving, gjørdust drívmegin í festivalinum. Eisini fingu hesir nógvar av tónleikavinunum frá konservatorinum at luttaka. Seinni avgjørdi fólkini handan Summartónar at víðka skránna við øðrum tónleikasløgum. 

Summartónar fevna um stóran part av landinum. Konsertirnar í ár eru frá mai til september, og tiltøk eru kring allar Føroyar. 

Heimasíðan verður løgd út í dag kl. 16.30, og til ber at síggja hana her: summartonar.fo. Tað er Nudlavirkið, sum hevur ment heimasíðuna. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo