Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Av óvissuni, sum koronastøðan hevur við sær í løtuni, hava fyriskipararnir av Sundalagsstevnuni valt at avlýsa stevnuna. Kappróðurin verður tó framvegis, men óvist er, hvussu verður við áskoðarum til róðurin.  

Ein góð og áhugaverd skrá var fyrireikað til Sundalagsstevnuna, men fleiri av tiltøkunum eru ikki ráðilig at hava, tí tey neyðugu tilmælini ikki kunnu haldast. Tí er semja um at avlýsa stevnuna. Fyriskipararnir ynskja ikki at hava eina hálva stevnu.

Kollafjarðardagar í september í staðin
Fyriskipararnir harmast um støðuna, men kollfirðingar kunnu fegnast um, at ætlanin er at skipa fyri »Kollafjarðardøgum« eitt vikuskifti í september.

Júst hvussu Kollafjarðardagarnar fara at ganga fyri seg, vita fyriskipararnir ikki enn, men ætlanin er at hava eitt stuttligt og áhugavert vikuskifti við ymiskum tiltøkum fyri alla bygdina.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo