Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nú freistin at stilla upp til formann til komandi aðalfund hjá Føroya Handverkarafelag er úti, er greitt, at Suni Simonsen heldur fram sum formaður komandi 4 árini. Einki mótvalevni var til formansstarvið.

Suni Simonsen varð fyrstu ferð valdur til formann í Føroya Handverkarafelag á aðalfundinum 5. juni 2013, og hann hevur sostatt verið formaður seinastu átta árini. Áðrenn hann gjørdist formaður, hevði Suni sitið nógv ár í stjórnini hjá Føroya Handverkarafelag og verið næstformaður í fleiri setum.

Føroya Handverkarafelag er í løtuni í samráðingum um at fáa sáttmála fyri kokkar og fólk við útbúgving innan handverksvinnina á matstovum og gistingarhúsum. Hesi hava sum er ikki øll havt somu reglur at ganga eftir. Føroya Handverkarafelag er eisini í samráðingum um sáttmálan við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, SEV og IRF. Hesin sáttmálin gekk út 1. oktober 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo