Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur í mong ár havt ein fastan talvudag í kirkjum okkara. Talvudagurin er vanliga sexagesima sunnudag (2. sunnudag fyri føstu), sum í ár er 24. februar. 

Virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum er ein sjálvstøðug rørsla innan Fólkakirkjuna, er stórt og umfevnandi. Heimamissiónin fæst við familju-, barna- og ungdómsarbeiði, hevur trúboðarar í Føroyum og millum sjófólk.

Harafturat hevur Heimamissiónin ein nýggjan netmiðil, trubodin.fo, og rekur Leguhúsið í Nesvík, sum hvørt ár er karmur um eina røð av barna- og ungdómslegum, har hópur av børnum og ungum hugna sær í tryggu karmunum í Nesvík. 

Kirkjuliga Heimamissiónin verður í stóran mun fíggjað av gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo