40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og lið hennara Brøndby VK spældu seg í kvøld víðari í semifinalurnar í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri kvinnur.

Súsanna og Brøndby VK vunnu 3-2 á Team Køge við settúrslitunum 20-25, 25-19, 25-21, 15-25 og 15-6. Fyrri dysturin í Køge endaði eisini við 3-2 sigri til Brøndby.

Súsanna spældi ein góðan dyst og vann 9 stig til Brøndby í hesum dystinum. 

Tað er enn ikki greitt, hvørjum Súsanna og Brøndby VK møta í semifinalunum.

Brøndby VK gjørdust meistarar síðsta kappingarár og eru tí enn við í stríðnum um meistaraheitið, hóast byrjanin av hesum kappingarárinum ikki var av so góð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo