Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

So mangur føroyskur maður
var hildin mansligur, frægur
tá hann við svævingarknívi
tók kvikhentur seyð av lívi
nú advokatar í lógini grava
um tú hevur seyðin svævað

Eitt góðdýr, slett ongin rebellur
brátt gjørdist hann kriminellur
tí langt er frá advokatum
og seyðapsykopatum.
Frá teimum, sum lógina stava
til teirra sum seyðin svæva

Og liggur ein ær undir bili
og út kemur vomb og vilið
tá má hon í neyðini  liggja
og staroygd í pínu hyggja
tí knívurin er av tí ónda
hjá bilførara og bónda

At koyra við byrsu í bili
ja, sum í wild west verður skilið
tá maðurin buksur man hirsa
tá úr dettur seyðabyrsa
ja eg síggi framtíð so ringa
forboðið tað er at stinga

Og skalt tú í bilin at koyra
tá skriva tær tað handan oyrað:
tú minnast mást til at hyggja
um byrsan í bili man liggja
nú knívleysur maður má vera
tey boðini lógin man bera

Tit bygdafrell leggið í minnið
at tit bæði úti og inni
latið knívin i skuffuni liggja
tey lógarboð mugu tit tyggja
tí byrsuna mugu tit kjósa
tá løggan tykkum man rósa!

Sept. 2023
Jógvan St.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo