Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Úrslit av øktum sjúkrahúsrakstri

Spurningar:
1. Tá tað í svari uppá undanfarnan spurning í 52-004/2023 er upplýst, at sjúklingahotellið og serviðgerð uttanlands ikki eru tikin við í samband við nýggj ársverk og starvsfólkabýti millum heilsustarvsfólk og ikki heilsustarvsfólk seinastu árini, hvussu er støðan so, um hesi verða tikin við í tølini?

2. Tá tað er upplýst, at 35 ársverk komu afturat í sjúkrahúsverkinum í tíðarskeiðnum 2019-2022, sum ikki eru heilsustarvsfólk, hvørji størv var talan um og hvussu var býtið millum hesi størvini (hvat slag av størvum er talan um)?

3. Hvussu hevur talið og býtið í ársverkum flutt seg í mun til starvsstað á teimum trimum sjúkrahúsunum í tíðarskeiðnum frá 2019 til og við 2022?

4. Rakstrarjáttanin til sjúkrahúsverkið er økt við umleið 200 mió. kr. í tíðarskeiðnum 2019 til og við 2022; hvussu stórur partur av hesum er farin til vanligar lønarhækkingar og annað fyri at tryggja verandi virksemi, og hvussu stórur partur er farin til nýtt virksemi?

5. Hvat nýtt virksemi er komið í sjúkrahúsverkinum í tíðarskeiðnum 2019 til og við 2022, sum hevur betrað um viðgerðartrygdina hjá fólkinum í Føroyum?

Viðmerkingar:
Tann 15. august 2023 svaraði landsstýriskvinnan uppá ymisk viðurskifti viðvíkjandi raðfesting, nýtslu og úrslitum innan sjúkrahúsverkið seinastu árini, sí 52-004/2023.

Svarini vóru gjøllig og greið, men geva samstundis orsøk til aðrar spurningar í sama viðfangi.

Á Løgtingi, 29. august 2023
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo