Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góða Annika.

Nú tú kemur við ágangi á Havna- og Vinnunevndina um at hon ger sítt arbeiði til lítar, so havi eg hug at gera nakrar viðmerkingar.

Tú heldur at vit brúka eina avgerð hjá Heilsunevndini um grøn átøk, til at gera íløgur í kommununi. Er hetta ikki at blanda tingini saman?

Eg kann upplýsa fyri tær sum býraðslimi, at vit í Havna- & Vinnunevndini, hava samtykt at keypa dráttir runt um á Vágni, so vit eitt nú kunnu gera gongugøtur runt um Vágna. Og fyri at kunna gera gongugøtur, so mugu vit framleiða og knúsa grót.

Orsøkin til at vit hava útvegað okkum ein grótknúsara er fyri m.a. at hugsa meira grønt.

  1. Tað er ein stuttflutt vøra
  2. Vit framleiða vøruna lokalt og leggja tískil lønina fyri framleiðsluna lokalt
  3. Vit sleppa frá at koyra tilfar úr Eysturoynni fyri uml. 700 túsund krónur árliga. Hetta er gjørt í fleiri ár.

 

Mær dámar ikki, at tú kemur vid villeiðandi tølum um grótknúsarin.  Tað er ikki rætt, at hann kostar 1,5 mió árliga. Rætta talið er 1 mió. - Og sum sagt fyrr, so hava vit brúkt útvið 700 túsund krónur árliga at fáa koyrt grót til Klaksvíkar. Hetta er bert til flutning og fer meginparturin av hesum til CO2 útlát.

Um vit sjálv knúsa grótið í Klaksvík, so fáa vit eisini størri vinning av hesum. Hetta fíggjar grótknúsarin og gevur arbeiði í kommununi. Um vit skulu hava ein væl virkandi bý/kommunu, so mugu vit hava framburð. Hetta átakið ger tað eisini lættari at byggja her um leiðir og so fáa vit fleiri nýggjar íbúgvar.

Eg veit ikki, hvat tú hugsar við at siga, at vit fáa ongan framburð. Framburður kann jú eisini verða á ymsum økjum.

Mær vitandi eru flest øll í býraðnum fyri grønum loysnum við gongugøtum og trøum.

Og tú veist væl, at um vit skulu fáa nýggj ting her, so mugu vit eisini raðfesta.  Soleiðis at vit fyrst mugu fáa nýggjar inntøkur, fyri síðani at brúka tær uppá okkurt skilagott.

Tí fegnist eg eisini um, at okkara dugnaligu fólk hava verið uttanlanda og marknaðarført Klaksvíkar Kommunu. Rætt gjørt, gevur hetta okkum nýggjar og størri inntøkur, sum síðani kunnu brúkast til vælferð hjá okkara borgarum.

Atli S. Justinussen
Varaborgarstjóri
Formaður
Havna & Vinnunevndini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo