Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Nú er alt komið undir land í samband við Seniorfestivalin, sum fer av bakkastokki leygardagin 3. juni kl. 15.00,  tá Tórbjørn Jacobsen, borgastjóri setur festivalin.

Seinasta navnið, ið verður kunngjørt er hin vælumtókti og fólkakæri Sveinur í Prestgarði, sum trínur á pall  kl. 17, 20

Fyrireikararnir eru sera fegnir yvir ta undirtøka, sum festivalurin hevur fingið og gleða seg til hendan festivalin, sum tann einasti av sínum slagi er ætlaður seniorum – teim tilkomnu.

Tónleikaranøvnini tala fyri seg og er eingin ivi um, at hetta verður eitt hugnaligt og stórsligið upplivilsi, ið áhoyrararnir fáa – í sera góðum umstøðum á røktarheimsøkinum og á Eysturoyar røktar-og ellisheimi – eisini hjá teim, ið gera nýtslu av koyristóli.

Hinir luttakararnir verða:Tónlist - Magni Christiansen – Vestmenn – Hans Jacob Hjelm – Døgg Nónsgjógv - Signar í Homrum – Rannvá Vesturklett -  Hallur Joensen - Skálafjarðar sløkkilið, Ragnar Sundstein, Hanna og Terji .

MC hevur tíanverri forfall.

Tað tekniska er í góðum hondum og verður tað AVlux, sum borgar fyri tí.

Frásøgumaður verður Bill Justinusen, sum helst fer at seta skemtiligan dám á tiltakið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo