Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Israel Konsul: Í dag tann 27. juni 2023, útnevndi ísraelski sendiharrin í Danmark, David Akov, Svenning av Lofti til heiðurskonsul Ísraels í Føroyum.

Hátíðarløta fór fram á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn.

Sendiharrin ynskti Svenning av Lofti til lukku við tilnevningini, við ynskjum um framhaldandi gott samstarv millum londini bæði.

Svenning hevur halgað ein part av tíð síni at menna sambandið millum Føroyar og Ísrael.

Í meiri enn 45 ár hevur hann tosað og kunnað um Ísrael.

Svenning hevur skipað fyri ferðum og verið ferðaleiðari hjá føroyingum á ísraelsferðum síðani 1977 og hevur ferðast hagar umleið fimti ferðir.

Svenning var við til at stovna Vinafelagið Føroyar Ísrael, har hann í fleiri ár var nevndarlimur og formaður.

Í mai 2007 varð Svenning heiðraður av ísraelska Ferðamálaráðnum, fyri tá at hava ferðast við føroyingum til Ísraels í 30 ár.

Dagurin í dag er ikki bara søguligur fyri Føroyar, men eisini søguligur fyri ísraelsku sendistovuna.

Hetta er fyrstu ferð, at ísraelska sendistovan útnevnir ein heiðurskonsul. Hetta staðfestir góða vinalagið og samstarvið millum Ísrael og Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo