Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sendingin, Sofía og djórini, sum Kringvarpið gjørdi fyri tveimum árum síðani, verður send í svenska sjónvarpinum í næstum.

Sofía og Djórini snýr seg um Sofíu Thorsvig-Kajsdóttir, sum rýmdi heim aftur til Føroya, tá korona brast á. Hon hevur nú funnið friðin í Elduvík, har hon hevur bygt ein djóragarð.

Avtalan við SVT er komin í lag í sambandi við Nordiff, sum er eitt samstarv millum allar norðurlendsku public-service rásirnar. Einaferð um árið hittast umboð fyri rásirnar at vísa hvørjum øðrum sjónvarpstilfar, sum tey hava framleitt.

Hvør sjónvarpsstøð kann seinni bera fram ynski at sleppa at vísa sínum sjónvarpshyggjarum eina ávísa sending.

Hesaferð er tað so Sofía og Djórini, sum sviar hava tikið til sín.

Sendingin, sum nú eitur Tillbaka till Færøarna, verður víst á SVT 2 sunnukvøldið 14. apríl kl. 18. Hon verður eisini tøk á stroymingartænastuni SVT-Play eitt ár fram.

Einans íbúgvar í Svøríki kunnu síggja sendingina á netinum.

Men føroyska útgávan finst framvegis á kvf.fo og kann síggjast her:

https://kvf.fo/sending/sofia-og-djorini?sid=146615

Finnur Koba og Eyðun Muller Thomsen hava gjørt sendingina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo