40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Svenskir heilsumyndugleikar viðmæla at persónar yvir 65 ár og í vandabólkunum fáa eitt fimta prik móti covid-19 í heyst, skrivar norska TV 2.

Viðmælið er galdandi fyri persónar yvir 18 ár sum eru í vanda at gerast álvarsliga covid-19-sjúkir, íroknað kvinnur við barn, og persónar yvir 65 ár.

Fólkaheilsuráðið viðmælir eisini at børn millum 12-17 ár fáa næsta prikið. Og viðmælt verður at børn við niðursettari immunverju verða vaksinerað frá 5 ára aldri.

Viðmælið um at vaksin millum 18-64 ár sum ikki eru í nøkrum vandabólki fáa eitt triðja prik verður endurtikið. Og tey sum ynskja eitt fjórða prik, kunnu fáa tað.

– Vit halda at útbreiðslan av virusinum fer at økjast aftur í heyst, sigur stjórin Karin Tegmark Wissel í Fólkaheilsuráðnum sambært norska TV 2.

– Korona-alheimsfarsóttin er ikki av, sigur hon.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo