Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað tyktist áhugavert at leita eftir syndini hjá øðrum, tá ið eyguni um fermingaraldur sóu klárari. Uttan penn og bók var tað eitt slag av bókføring. Uttan skráseting varð syndin hjá øðrum ritað í sinnið og umtalað.

Syndin lá uttanfyri hjá grannanum ella longur burturi. Tað ónda var ikki hjá mær, men hjá vinum, kenningum ella fremmandum.

Afturhorvandi tykir mær, at talan valla er um slatur í vanligum týdningi. Ivasamt er, um nakað ónt lá aftanfyri hesa ódámligu rannsókn at fanga fólk í syndini og avdúka syndaran. Tað var okkurt spennandi ókent ella barnsligt.

Minnist eina løtu í Fuglafirði í seinni helvt av sjeytiárunum. Um tað mundið var ein stór andalig veking í Eysturoynni og kring landið. Eftir eitt ungdómsmøti vóru vit farin í dans. Fuglfirðingar vóru úrmælingar at spæla og handfara ljóðførini. Tað var ikki nógv ónt í okkara unga sinni, ikki meira enn aðrar tíðir í vikuni.

Ávegis útaftur, fór rúturin niður í einum bili, ið stóð myrkur. Tey kendu bilarnar og søgdu, at tey vildu fáa staðfest við sínum egnu eygum, at vit gingu á syndanna vegi. Ja, í tveir heilar tímar varð bíðað við spenningi eftir fonginum.

Vit høvdu einans hugnað okkum og dansað. Vit vóru sannførd um, at tað ikki vóru nógv sunnukvøld, har vit høvdu skikkað okkum betur. Undraðust stórliga, at fólk skuldu sita í einum myrkum bili og eygleiða onnur.

Í dag er niðurstøðan fakliga greið. Tílíkur atburður sampakkar ikki við vanliga kristna etiska fatan. Bæði á jørðini og evsta dag, tá ið uppgjørt verður, hevur hvør í sínum lagi meira enn nóg mikið at svara fyri.

Tað onnur gera er als ikki okkara málsøki. Vit skulu ikki meta um, staðfesta ella umtala møguligar veikleikar hjá øðrum. Ætla vit tað, skal tað vera undir fýra eygum við rætta viðkomandi í kærleika og umsorgan, svá skriftin vísir á.

Havi ongantíð staðið uttan fyri eitt dansihøli og eygleitt onnur. Tó, fleiri dáragerðir eru framdar, ið ikki eru frægari.

Kristna trúgvin gjørdist á ungum aldri kjølfestið í lívinum. Í ungdómsárunum var hugsanin óbúgvin, orðini óvís og verkið bráðræsið. Mistøk eru ein liður í menningini, meðan vit búnast andaliga. Vit mega bera yvir við tvørrandi vitan og veikleikum. Tó, tað er ongantíð í lagi at trýsta fólk niður ella særa tey.

Eisini sum prestur var tað spennandi at umrøða og skráseta eitthvørt, sum í lívi og atferð valla sampakkaði við Guðs orð. Møguliga var hetta eitt slag av eldhuga heldur enn illvilji. Grunn og einføld hugsan.

Fylgjan av hesum ídni er døpur. Vit missa gleðina í Jesusi Kristi, tá ið vit umtala brøður og systrar í Harranum neiliga. Vit halda, at hetta er ein góður og neyðugur andaligur gerningur, men neilig tala dregur altíð niður.

Vandin er, at vit uttan at varnast spakliga verða tømd fyri gleðina í Kristi, missa friðin og eydnuna. Mangan er fylgjan daprar løtur í tí heimliga, har lagið er ringt, og gleðin og trivnaðurin fjara burtur.

Vit átala onnur og síggja ikki, at vit við hesum verki sáa ein óliviligan anda í tí heimliga bæði fyri hjúnafelagan og børnini. Heimið verður myndað við tónum, ið hoyra heima í einum ákæruriti. Millum annað av hesi orsøk kemur hjúnaskilnaður, hóast vit liva í trúgv á Harran Jesus.

Havi leitað eftir syndini í mong ár. Tað var spennandi, møguliga sum at leita eftir gulli. Men, ein dag bankaði tómleikin á dyrnar, og kærleikans heimligi stuðul vísti mær vegin.

Eingin gudfrøði, eingin lærd tala, fá vælmeint orð søgd í nærleika. Opinberingin kom av høgum himni, fødd í fangi faðirsins í ríki Guðs.

Stór var løtan, ið avdúkaði, at leitað varð eftir syndini á skeivum staði. Hon var ikki hjá grannanum, vinfólkunum, húsfólkinum ella starvsfeløgum. Hon var ikki burturav í kirkjuni, hóast tað valla er nakar uggi, at onnur eru eins viðtikin sum vit.

Heilt óvæntað varð syndin funnin innan í mær sjálvum. Tað var ein avbera góður dagur, tá ið friðurin enn einaferð kom við sínum milda fleyri frá faðir ljósanna. Innan í mær sjálvum búði syndin, og eg var endaliga frígjørdur sum prædikumaður.

Tá ið syndin varð funnin, varð hon borin til Jesus. Fekk dirvi óræddur at vera tann, ið eg eri og royna at síggja onnur útfrá teirra egnu sjálvsfatan. Fekk náðir at prædika Guðs fríu frelsu í Jesusi til øll fyri einki.

Tøkkin er ikki ein andalig samsýning. Alt er goldið við Jesu sáttargerð. At takka Jesusi fyri frelsuna er eins og at løga elbilin. Tað er áfylling av orku, friði og gleði. Amen.

Orðið: “Men nú eri tað ikki longur eg, sum geri hetta, men syndin, sum í mær býr. … Eg neyðar menniskja! Hvør skal bjarga mær frá hesum deyðans likami? Tøkk fái Guð við Jesusi Kristi, harra okkara!” (Rómverjabrævið 7,18.24-25).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo