Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Komandi sunnukvøld verður einasta høvið í ár, at hoyra samlaðu jólaskránna hjá Gøtu Kirkju Ungdómskóri.

Skráin er fjølbroytt, við klassiskum og nýklassiskum jólaløgum-/verkum, men tað er eisini vert at framhevja Italienska tónaskaldið Giovanni Gabrieli, ið livdi frá 1554-1612, við sínum meistaraverki Jubilate Deo í fullari útgávu, ið er skrivað fyri dupultkór, har kórið verður deilt upp í 2 sjálvstøðug kór.

Eisini kemur nýstovnaða Gøtu Kirkju Barnakór at luttaka. Hetta kórið eru vit sera fegin um, og kemur vónandi at skapa eitt gott grundarlag undir kórsanginum í Gøtu kirkju í framtíðini.

Vert er eisini at minna á, at kirkjan plagar at vera stúgvandi full, so set 18.des. kl. 19.30 av í kalendaranum og møt tíðliga, um rætta plássið skal fáast.

Kórið hevur vant nógv til konsertina, og verður sum altíð, sera væl fyrireika, til at geva áhoyrarunum tí best møguligu jólakonsertina.

Umframt kórið hava nakrir tónleikarar ein leiklut saman við kórinum, hesir eru: Rúni Hentze á Trompet, Karina og Lý Petersen, Klarinett Frida Hammer og Kristina Steingrund á klaver.

Kórleiðari og organistur verður Símun Hammer

Kirkjukonsertir eru jú ókeypis, men tað verður sjálvandi høvi at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum

Eftir jólakonsertina verður bjóða til ein drekkamunn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo