Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Um 80 hval hava lagt beinin í Sandagerði í dag, og drápið gekk sambært sýslumanninum, Kristian Martin Joensen, væl.

Nú verður farið at skera upp, og seðlarnir væntast at koma út seinni, kanska um 11 tíðina.

Skipið hjá Paul Watson, John Paul de Joria, setti kós ímóti Havnini alt fyri eitt tá boðini komu um at grind var sædd, men hann kom ov seint í drápið, og á facebook gevur hann ilt av sær og tosar um "bloody beaches".

Hvat nú hendir er ikki heilt greitt, tí samstundis sum Paul Watson ikki hevur loyvi til at sigla innanfyri 12 fjórðinga markið, so ætlar politiið ikki at leggja uppí so leingi onki meira enn tað hendir.

- Vit kunnu bara vóna, at hann fer útum markið aftur, segði Michael Boolsen við útvarpið í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo