Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin kunnger í dag, at bólkarnir T.O.S. og Jasmin spæla á festivalinum í august.

T.O.S. hevur verið eitt frískt lot í føroyskum gospeltónleiki. Kreativt stílbland, góð løg, sigandi tekstir og frálíkar framførslur hava gjørt T.O.S. til ein góða live-uppliving. Bólkurin viðger álvarsom evni við einum brosi og lívligum tónum. Bólkurin spælir væl og kemur veruliga út millum fólki við sínum tónleiki.

Jasmin er ein av spennandi ungu bólkunum í føroyskum tónleiki. Bólkurin vann Sement tónleikakappingina í fjør. Jasmin spælir soulkendan elektróniskan popp, og unga songkvinnan Jasmin Mote er í front – hon er frálík songkvinna við einum serstakum og sterkum úttrykki.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo