Kringvarpið: - Eg kendi tað sum stóran heiður, og tað hitaði og fjálgaði, sigur Flóvin Tyril, sum tók ímóti serstøku virðislønini, sum Jenis av Rana valdi at lata Leirkerinum, tá ið mentanarvirðislønir landsins vóru latnar.
Nakað av kjaki hevur verið um virðislønina, men tað leggur hann einki í.
- Heilt frá ungum árum hava vit verið málsliga tilvitaðir, tí føroyskt var so at siga eitt niðurundirkomið mál. Vit vildu hava broyting í, og vit vildu gera okkara íkast til tað, greiðir hann frá.
Endamálið hevur øll árini verið at bera boðskapin, og sum Flóvin Tyril tekur til, er tað einki dulsmál, at teir hava umboðað brøðrasamkomuna. Tað er eisini mentan, heldur hann.
Hoyr samrøðuna við Flóvin Tyril, har hann eisini greiðir frá sínum upphavi og orsøkini til, at hann halgaði stóran part av lívi sínum til andaliga bókaútgávu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo