40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

KVF: Javnaðarflokkurin er samríkisflokkur. Men í 1992 hótti hann við at fara úr ríkinum.

Formaður Javnaðarfloksins, Atli Dam, sum tá var løgmaður, kendi seg eyðmýktan av systirflokkinum í Danmark, ið hevði lagt seg tvøran í málinum um undirgrundina.

Táverandi danski forsætisráðharrin, Poul Schlüter, hevði ætlað sær til Føroya at skriva undir avtaluna stutt fyri jól, men settist aftur, tá ið danski Javnaðarflokkurin sýtti at taka undir við avtaluni. Og tá spann øði í løgmann.

Atli Dam gjørdi formanninum í danska Javnaðarflokkinum, Poul Nyrup Rasmussen, greitt, at fór hann at forkoma Føroyum rættin til ráevnini í undirgrundini, fór avleiðingin at vera, at føroyski Javnaðarflokkurin ætlaði sær undir at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum eftir tíggju árum.

Hetta var djarvt og víðgongt stig hjá einum føroyskum javnaðarløgmanni, men hóttanin lønaði seg, tí úrslitið var, at Nyrup slakaði, og stutt eftir kom danski forsætisráðharrin til Føroya at skriva undir avtaluna.

Onkur hugsar kanska, at høvdu føroyingar verið líka stálsettir undir fullveldissamráðingunum við Poul Nyrup Rasmussen í 2000, hevði úrslitið kanska verið eitt annað.

Hesin tilburður í sambandi við undirgrundarmálið er næstan burturdottin í nýggjari føroyskari søgu, men verður lýstur í triðja parti í sjónvarpsrøðini "O, móurlandið", sum verður vístur í Kringvarpinum hóskvøldið.

Leinki til grein við myndum og brot úr sendingini: TRÝST HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo