Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Det Ferösche Compagnie: Í hesi vikuni hevur Det Ferösche Compagnie set skjøtil á sítt triðja leikverk í ár.

M.A. Jacobsens virðislønti leikbólkurin Det Ferösche Compagnie hevur veruliga gjørt vart við seg í ár.

Stórverkið LEAR KONGUR elvdi til mikið kjak tí Alzheimer´s rakta sjónleikarakvinnan Birita Mohr spældi høvuðsleiklutin sum aldrandi kongurin.

Og leikurin LYKKENBORG hevur fingið flog undir veingirnar. Undir heitinum CASTLE OF JOY var hann sýndur á altjóða palllista festivalin IETM í ár og næsta ár verður hann sýndur í mentanardeplinum The Barbican í London.

Nú eru limir í DFC farnir í eitt samstarv við ukrainska leikstjóran Serhii Ilin, ið er flýddur úr sínum egna heimlandi undan krígnum sum herjar har.

22. februar 2022 hevði Serhii frummframførslu í leikhúsi í heimbýnum Odessa av leiki sum hann hevði leikstjórna. Tveir dagar seinni gjørdi russiski herurin innrás í Ukraina.

Leikurin var umgangandi niðurlagdur tí leikhúsið skuldi nú brúkast til hernaðar sjúkrahús. Nakrar mánaðar seinni flýggjaði Serhii undan einum, í fylgi honum, skilaleysum kríggi. 16. september kom hann sum flótti til Føroyar.

Við leikinum "Tá kríggið er liðugt" ynskir hann, saman við Det Ferösche Compagnie, at geva føroyingum eina uppliving av hvat kríggj ger vid menniskju.

Leikurin snýr seg um, ein sovjetskan hermann og eina týska kvinnu sum hittast á hermótinum í Berlin í síðstu døgunum í 2. verðaldarbardaga.

Verkætlanin er eitt samstarv við Norðurlandahúsið, Reyða Kross Føroyar og Rød Kross Danmark.

Toymi:
Leikstjóri: Serhii Ilin
Leikrit: Pavel Pryazhko
Tónleikur: Ekaterina Pronoza
Ljóðmynd: Jens L. Thomsen
Pallmynd - Iryna Tolochko
Týðing: Trygvi Danielsen og Olga Markelova
Leikarar: Búi Dam og Kristina Sørensen Ougaard
Framleiðsla: Durita Sumberg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo