Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ikki kemur ofta fyri at ein pelagisk verksmiðja má taka virkisbygning og útgerð niður og flyta á annað stað. Hetta hendi tó fyri pelagisku fyritøkuna Nergård A/S, sum í 2014 avgjørdi at innrætta nýtt virki í Måløy í gomlu fóðurverksmiðjuni Ulvesund Formelfabrik í økinum Trollebø, ið er góðar 1.400 metur eystur úr Måløy.

Nergård A/S er felag í samtakinum Nergård Holding A/S, ið í 2014 hevði stórt pelgisk virksemið við 5 skipum og omanfyri 400 starvsfólk. Í 2012 tókst felagið við sild, makrel og hvítan fisk og hevði ein umsetning á góðar 1,2milla.kr.

Måløy er gomul og kend fiskivinnubygd á Vågsøy, ið mentist til stóran fiskvinnumiðstað í Noreg.

Á sumri 2014 avgjørdi Nergård A/S at byggja nýggja verksmiðju í økinum Trollebø til móttøku av sild og makrel til filetering, pakking og frystigoymlsu á nakrar túsund fermetrar. Havnarøkið við Trollebø hevði væl av vídd til seinri víðkan og eisini góða atløgubryggju.

Mett varð at virkið vildi verða klárt á sumri árið eftir og at kostnaðurin fór at verða góða 300 mill.kr. Í fyrireikingum til verksmiðjuna varð í desember 2014 avgjørt at byrja við útbúnaði til mjøl- og lýsiverksmiðju tá hetta kundi geva virðisøking við móttøku av lodnu og svartkjafti.

Verksmiðjan varð bíløgd og skuldi innrættast í gomlu bygningunum hjá Ulvesund Formelfabrik har Haarslev Industrier stóð fyri arbeiðnum.

Treytað skal
Í byrjan 2015 vísti seg at fyritøkan Pelagia, ið var samtak millum Norway Pelagic, Egersund Fisk og Welcon, hevði fingið í lag klausul / treytað skjal, ið fevndi um tætt við 70 ognir í økinum við Vågsøy. Hetta skjal setti forboð móti at ognir kring Ulvesund Formelfabrik vóru brúktar til mjøl- og lýsiframleiðslu. Pelagia hevði mjøl- og lýsiverksmiðju bert 1 kilometur frá Trollebø, og vildi ikki góðtaka at kappingarneytin Nergård A/S skuldu byrja nýggja mjøl- og lýsiverksmiðju.

Nergård A/S setti virkisúbúnaðin upp á sumri 2015, sum skuldi framleiða 35.000 tons av mjøli og 20.000 tons af lýsi um árið. Virkið skuldi verða klárt til framleiðlsu ársskiftið 2015-2016.

Palgia fór í rættin við treytaða skjalinum so forðast kundi fyri at Nergård A/S kundi byrja mjøl- og lýsiframleiðslu. Nergård A/S hevði gott mót og metti teir vildu vinna eina rættarsak.

Tá samanumkom vísti seg at treytaða skjalið ikki havði nakra undirskrift og heldur ikki var tinglisið. Fjordane Tingrett kundi ikki stuðla Pelagia í kravinum kring treytaða skjalið, og varð Nergård A/S fríkent og Palagia A/S dømd at gjalda 1,7 mill.kr. í sakarmálskostnaði.

Palagia A/S kærdi dómin til Gulating lagmansrett har úrskurður varð sagdur síðst í juni mánaða 2016, ið gav Pelagia viðhald, a treytaða skjalið varð lagt fram á stýrisfundi millum seljar og keypara í 2009, ført í gerabók, men í gloymsku ikki undirskrivað. Nergård A/S varð dømt at gjalda sakarmálskostnaðin á 3,1 mill.kr.

Nergård A/S flutti verksmiðjuna
Mjøl- og lýsiverksmiðjan hjá Nergård A/S byrjaði framleiðslu í februar 2016, kostaði 300 mill.kr., og varð 10 mánaðir seinri tikin niður og flutt til Karmsund góðar 100km suður úr Bergen.

Maskinur, tangar og onnur útgerð varð flutt í konteynarar og siglt til Karmøy við skipi og á flakum. Arbeiðið at seta verksmiðjuna upp í Karmøy byrjaði í oktober mánaða 2017 og stóð liðugt á várið 2018.

Frá Trollebø til Karmøy
Lendisskipan og staðsetingar av ídnaði av ymiskum slag m.a. pelagiskan ídnað við mjøl- og lýsiframleiðslu, er í Noreg skipað við greiðum reglum fyri avleiddum árini frá larmi, lukti, frárenslum á sjógv og ferðslu o.ø. Avleiðingar greinast í mun til planleggingar- og byggilóggávu, og ítøkiliga virksemið skal lýsast neyvt fyri økispart innan matvørframleiðslu og í tí eisini mjøl- og lýsiframleiðslu.

Metingar verða greinaðar fyri nátúrumargfeldni, mentan- og fornminni, laksaáir, landslag og frítíð, samisk áhugamál, útlát av veðurlagsgassum, umhvørvisligt sárbarið, atkoma borgaranna til útiøki og frítíð, bygningar og tænastur o.a.

Kring staðsetingina hjá Nergård A/S í Trollebø vóru árin, ið mett vóru av tídningi m.a. laksaáir, árin frá larmi, lukti og dálking av sjónum, skriulop, og bland millum tunga og lætta ferðslu. Måløy er hinumegin fjørðin í 1.400 metur frástøðu, og í mun til lendið og vanligar ættir ikki mett álvarsligt ávirkað. Tó eru einstøk eldri hús í og nærhendis Trollebø, ið vóru mett at fáa neilig árin frá mjøl- og lýsiframleiðslu.

Nergård A/S flutti til Karmøy har tvær aðrar mjøl- og lysiverksmiðjur høvdu skipað seg ár frammanundan í ídnaðarøkinum nevnt Husøy. Innan loyvið varð givið at seta verksmiðjuna upp, skipaði amtmaðurin fyri hoyringsskrivum.

Í samandrátti skrivar amtmaðurin: ”Støy fra virksomheten vil trolig kunne høres ved nærmeste bolighus (500 m). I en årrekke er jevnlig mottatt klager fra Veldetun Velforening på kvalmende lukt fra bedrifter lokalisert på Husøyområdet. Antallet henvendelser til velforeningen Veldetun om luktplager har økt det siste året.

Ein borgari boðar frá, smb. amtmanninum: ”I dag er luktproblemer knyttet til mottak av dårlig råstoff og i forbindelse med start og stopp av produksjon ved eksisterende fabrikk, og frykter at luktproblemene vil øke dersom enda en fiskemelfabrikk får tillatelse.”

Og Fiskedirektoratet region Sør sigur m.a. frá: ”Karmsundet har sedimenter med høye nivå av PCB og PAH og at Mattilsynet som følge av dette fraråder å spise skalldyr og skjell derfra.

Niðurstøða
Einki er til hindurs fyri at flyta eina pelagiska verksmiðju, ið frá uppruna ikki er staðsett sambært býarskipanarætlanum og ynskjum byráðsins. Neilig árin á bústaðir, stovnar, handlar og tænastuvirksemið, frítíð og uttandura tilveru slepts ikki heilt undan við larmi og lukti, ið eisini kan koma fyri í frástøðu á 500 metur, tó at lendisumstøður og vindviðurskifti hava týdning.

Óansæð hátøkniligan útbúnað, skipan av móttøku, framleislu og avskipan, og átøkum at fyribyrgja ampar, verða mjøl- og lýsiverksmiðjur nú á døgum staðsetar burturi frá búseting og býarumhvørvi. Frástøður á góðar 500 metur eru fyri stóran part ikki nøktandi, sum sæst í fleiri londum. Mest sannlíkt er at frástøður til búøki og býarumhvørvi skal verða oman fyri 1.000 metur, um hugt verður eftir staðsetingini hjá Pelagia í Måløy.

Kári Thomsen ark.MAA
Limur í Livilig Kor á Tvøroyri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo