Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Klokkan var beint farin av middegi tá telefonin ringdi á skrivstovuni hjá leiðaranum á tíðindadeildini í Útvarpinum. Vit vóru nøkur sum sótu har og arbeiddu, tí okkurt slag av umvælingararbeiði bleiv gjørt í hølunum, har vit vanliga sótu. Sjálvur var leiðarin ikki til staðar, og tá undirritaði sat næstur telefonini, tók eg hana.

- Ja, hvar oddagreinin bleiv av, vildi røddin í hinum endanum vita. Blaðið skuldi til prentingar...

- Oddagreinin? Nú eri eg ikki við, hvør er hetta, spurdi eg, sum eri vestmenningur, og tí skal hava eina løtu afturat áðrenn fimmoyrað fellir.

- Ja, um eg hevði gloymt avtaluna, vildi viðkomandi vita, áðrenn tað eisini klárnaði so frætt har, og báðir partar høvdu skilt, at her var talan um eina óhepna misskiljing.

Seinni tann dagin tosaðu vit á redaktiónsfundinum eitt sindur meira enn vanligt um integritet og hvat bar til og ikki. Nevndarsessir í almennum grunnum og bankum vóru eisini uppi og vendu enn einaferð. Og tað var tað.

Men, sjálvandi, hetta vóru aðrar tíðir. Umtalaðu fólk eru øll farin víðari og onnur komin í teirra stað.

Hvussu leikur fer í dag og hvør fóðrar hvønn kunnu vit ikki vita. Ella gera vit...?

Og uttan samanbering við onnur mál annars skrivi eg um hesa upplivingina nú, tí tað er viðkomandi og hoyrir við til søguna, nú Sosialurin er farin at feia fyri dyrnum hjá øðrum viðvíkjandi hvør tað er sum førir pennin.

Gunnar

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo