40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Heilsuskúli Føroya: - Tað sum fleiri, næstan allar, av okkum hildu, var at tað var simpulthen so doyligt at skúlin var í Suðuroy, tí at so var man har bara til at ganga í skúla - altso man kundi gera so nógv sum man legði í, av skúlatingum, sigur Malfrid Lamhauge, næmingur á Heilsuskúla Føroya.

Yvirskriftir sum "Tey fáa ikki fólk til Suðuroyar at taka útbúgving" og "Tað er ov strævið at fara til Suðuroyar," hava fylt nakað í fjølmiðlunum seinastu tíðina. Tað undrar ikki sørt starvsfólk á Heilsuskúla Føroya, tí tað er ikki í samsvar við útsagnir frá næmingunum.

Næmingarnir eru bert í skúla í Suðuroynni 2 - 3 ferðir, millum 10 - 14 vikur hvørja ferð. Umframt sleppa tey til hús hvørt vikuskiftið. Restina av útbúgvingartíðini, 15 ella 22 mánaðir, eru tey kring alt landið í starvsvenjing. Tí er tað ivaleyst ikki so møtimikið, sum onkur vil halda.

Uttan ivað eru tað eisini fleiri norðoyingar og suðuroyingar, sum halda, at: TAÐ ER OV STRÆVIÐ AT FARA TIL HAVNAR AT TAKA ÚTBÚGVING. Og soleiðis er lívið; øll kunnu ikki fáa sín útbúgvingarstovn uttan fyri úthurðina.

Malfrid heldur áfram: “Sjálvandi var tað óintresant inn í millum, ikki at sleppa til okkurt, tí mann var so langt burtur frá, men, tað er 1-2 ár tað dreyðar seg um - við fult av ferium og starvsvenjingum.”

Á Heilsuskúlanum er tey ikki í iva. Tey hava nógvar næmingar, ið siga tað er ein fyrimunur, at Heilsuskúlin liggur í útjaðarinum. Heimligu skyldirnar taka ikki yvirhond og teir kunnu velja at taka sær tíð til útbúgving. Útsagnir sum hesar eru næstan hvønndagskostur:

”Heilsuskúlin liggur væl í Suðuroynni. Suðuroyggin hevur nógvar góðar bústaðarmøguleikar og prísurin er sámuligur hjá einum lesandi. Tú ert í oynni, saman við floksfelagunum og øllum teimum, sum ganga á Heilsuskúlanum. Tí síggi eg als onga forðing í, at skúlin liggur í Suðuroynni, um tú býrt norðanfjørðs og vilt hetta hetta starvið; eg síggi heldur møguleikar fram um forðingar”.

Vit eru øll í oynni og kunnu skjótt finna saman eftir skúlatíð; bæði til tað fakliga og tað sosiala. Fyri mítt viðkomandi, hevði eg fyri vist ikki gjørt so nógv burturúr ella sparrað so nógv við mínar floks- og skúlafelagar, sum eg gjørdi í suðri.

Vit hava verið nógv saman og tað hevði eg ikki vilja verið fyriuttan. Nógv góð vinarbond eru knýtt. Skúlin er góður og lærararnir við; og ikki minst Suðuroyggin og fólki, ið har býr”. Citat ein næmingur.

Ann Gullstein, var ófaklærd, og hevði eitt stórt ynski um at fáa eina útbúgving innan heilsu- og umsorgarnarøkið:

”At ganga á Heilsuskúla Føroya er spennandi, mennandi, gevandi og ikki minst læruríkt. Havi sjálv gingið har í meiri enn trý ár. Fyrst læs eg til heilsuhjálpara, sum tekur 15 mánaðir, síðan las eg til heilsurøktara, sum tekur 22 mánaðir. Haldi ikki tað eigur at verða ein forðing at fara til Suðuroy at lesa, tí tað er so langt. Vit fara jú í onnur lond at lesa uttan, at tað er ein forðing. Fyri meg var tað ein fantastisk tíð á Heilsuskúla Føroya. Skúlin er góður og tað eru lærarnir eisini.  Latið nú skúlan fáa frið at virka í Suðuroynni; tað er ikki grundarlag fyri fleiri heilsuskúlum. Onki er ein forðing, um viljin er til staðar. Forðingin er bara ein sjálvur. Ein megnar tað, ið ein vil. ”

Í øðrum londum hava tey serligar skipanir fyri vaksin við børnum og húsi, sum ynskja at taka sær eina útbúgving. Tey fáa meira stuðul ella løn enn yngri parturin av næmingunum. Tað hevði avgjørt verið ein loysn fyri teir menn og tær kvinnur, sum fara í holt við at nema sær útbúgving, eftir tey hava fingið børn, sigur Heilsuskúli Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo