Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit í Hjálparfólkafelagnum brenna fyri betri sømdum fyri ØLL hjálparfólk, eisini fyri tey, sum enn eru í Pedagogfelagnum.

Sjálvandi meina vit í Hjálparfólkafelagnum, at eingin er betur at føra samráðingar fyri hjálparfólk enn Hjálparfólkafelagið. Vit vita best um viðurskiftini hjá hjálparfólkunum, men vit sleppa ikki, tí meirilutin av hjálparfólkum ”hava tað nóg gott” í Pedagogfelagnum!

Hví ynskja tit ikki at berjast fyri betri sømdum? Halda tit ikki, at tit (vit) hava tað uppiborið? Hvat er tað sum feilar? Hvat er ”nóg gott” í Pedagogfelagnum?

Tað er eingin grund til, at pedagogar samráðast um okkara viðurskifti! Hugsa vit veruliga so lítið um okkum sjálvi, at vit uttan at blunka lata onnur samráðast um okkara kor?

Vit í Hjálparfólkafelagnum meina ikki! Tí vit duga, klára og tora!

Sum sagt, vit í Hjálparfólkafelagnum brenna fyri betri sømdum fyri øll hjálparfólk og meina, at tað er tíð uppá, at lønarstigin verður broyttur soleiðis, at hjálparfólk ikki smekka høvdið í á stiga 8.

Stigin hjá hjálparfólkum eigur at verða broyttur, so hann endar á 11, har sum pedagogar, sum nú er, byrja. Allir hinir stigarnir hjá hjálparfólkum, hjálparfólk serøki og hjálparfólk við ped. ábyrgd, eiga eisini at verða broyttir.

Eitt hugskot kundi eisini verið, at latið námsfrøðiligu atstøðingarnar sloppið longur upp á stigan, og ikki sum nú er frá 6 til 11.

Og eftir 11. stiga eiga øll hjálparfólk/námsfrøðiligir atstøðingar - sum gera arbeiði, íð ein pegagogur átti at gjørt, um hann var tøkur - fingið viðbót fyri tað arbeiðið, hvørja ferð!

Fáa pedagogar við í sáttmálan á hesum sinni, at 11. stigin hjá pedagogum verður tikin burtur, og tey t.d byrja á 13, ja so eigur okkara at ganga til 13 við viðbót fyri rest!

Vit hjálparfólk eiga at standa saman, so vit kunnu fáa hesi viðurskifti í rættlag sum skjótast! Eisini kundu vit farið í samarbeiði við kommunur um eina viðbót fyri t.d áramál, ymisk skeið og annað, sum kann hjálpa, har tørvur er á tí.

Hugsið tykkum, byrjunarlønin hjá einum hjálparfólki er í dag 131,71!! Hetta er evindaliga stór skomm!

Tímalønin skal nógv hægri upp, nógv hægri!

Hjá einum, sum er so «heppin» at koma á stigan ”hjálparfólk við ped. ábyrgd”, (stig 6) er tímalønin 143,71, og kemur ikki eingang uppá byrjunarlønina hjá einum limi í Havnar Arbeiðararfelag, har minstalønin er 144,99 kr. Ella hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum 1. mai 2023 er 145,21 kr.

Ei undur í, at hetta økið missir tey ungu fólkini til handlar og flakavirki! Tey ungu tíma ikki eingang inn á námsfrøðiliga økið at nema sær kunnleika ella til kveikjan, ella at forvitnast, um hetta er nakað fyri tey, tí móttøkan er so lítið virðilig og lokkandi við eini løn sum er so flóvisliga láturlig, at tað er einki at siga til, at so fá fara á námsfrøðiskúla. Og so klóra tey klóku, íð vara av, sær í nakkanum.

Hvussu leingi skulu vit bíða eftir, at Pedagogfelagið fer at arbeiða fyri eini virðiligari løn fyri hjálparfólk?

Hvat gera hjálparfólkini, sum eru meirilutin av limunum í Pedagogfelagnum?

Hví hoyra vit einki frá tykkum? Og hví úttala hjálparfólk í Pedagogfelagnum seg aldri um egin viðurskifti?

Hví er tað ein pedagogur í einum felag, har hjálparfólk hava meiriluta, sum úttalar seg vegna hjálparfólkini?

Vit sakna at hoyra frá tykkum, tá tað nú eru tit, sum hava samráðingarættin, ella ætla tit framhaldandi at lova pedagogum at samáðast tykkara (okkara) vegna?

Tað er deyðatøgn.

Komið nú á banan! Larmið! Sigið tykkara meining og krevjið tykkara og okkara rætt!

Um tit hava brúk fyri hjálp, so hjálpa vit fegin, ja heldur enn gjarna!

Vit hjálparfólk eiga at standa saman!

Hjálparfólkafelagið
Laila Rólantsson, skrivari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo