

Veljarakanningar gerast í størri og størri mun partur av valstríðnum.
Tað er ómetaliga týdningarmikið at undirstrikað, at veljarakanningar eru heftar við stórari óvissu Nógv størri enn 4%.
Tað er veljarin sum avgerð valið.
Tað er týdningarmikið, at veljarar ikki setast heima orsakað av eini veljarakanning.
Ein spyr.fo kanning sendur 500 sms til “tilvildarlig” fólk. Summi svara rætt, summi svara og summi svara skeivt.
Til seinasta fólkatingsval gjørdist Fólkaflokkurin 3. størstur. Men tað restaðu bert 400 atkvøður til at fáa annan sessin.
Fólkaflokkurin fær vanliga omanfyri 2.000 atkvøður færri til eitt fólkatingsval enn til eitt løgtingsval.
Tað eru sostatt fólkaflokksveljarar sum sita heima, sum avgera valið.
Hetta eiga vit ikki at hava sitandi á okkum.
Fólkaflokksveljarar, farið á val.
Veljið Fólkaflokkin. So fáa vit annan sessin.
Christian Andreasen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo