Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Gott fundarfólk. Góðu verkafólk. Góðu føroyingar.

Størsti heiður er tað. At fáa høvi at røða á Altjóða Arbeiðaradegnum. Takk til Havnar Arbeiðarafelag og fyriskipararnar – og til Havnar Hornorkestur fyri so trúliga, at geva okkum tónleikin á hesum merkisdegi – og tøkk til Hans Joensen fyri at minnast undangongumannin Ova Olsen, sála.

Eg eri errin av at hava verið limur í Havnar Arbeiðarafelag, tey árini eg arbeiddi á Bacalao, SammFisk og í øðrum tímaløntum arbeiði. Eins og eg eri errin av at hava verið limur í Starvsmannafelagnum og í Føroya Lærarafelag.

Hóast tað ikki er í hesum leikluti, men sum politikari, eg fái orðið í dag, so skal mín staðiliga áheitan og inniliga bøn vera til øll arbeiðandi fólk og løntakarar – og ikki minst til okkara ungdóm: Gerist limir og fylkist um fakfeløgini og verkafólkarørsluna!

Tey eru saman við tjóðskapar- og sjálvstýrisrørsluni tann størsta menniskjaliga, samfelagsliga og vinnuliga drívmegin, ið hevur skapað okkum tey virðir og rættindi og teir møguleikar og tey livikor, sum vit øll meta sum tað dýrabærasta vit eiga í dag: Rætt til løn fyri sama arbeiði, frítíð, útbúgving, pensjón, heilsubót, sjúkratrygd, sosiala trygd, arbeiðsloysisstuðul og so framvegis.

Eins og vit sum fólk hava megnað at yvirlivað, livað og skapt okkara egna mál, mentan, list, vinnu og búskap her mitt í sjónum – gjøgnum meira enn 43 ættarlið.

Ímóti øllum forsagnum. Ímóti øllum tí, sum hevur verið trúttað niður í okkum, ikki bar til.

Vit hava fingið rópt oyuruni full um, at vit eru ov fá og smá.

At vit ikki megna at standa uppi sum fólk og samfelagsbólkar.

At okkara mál og mentan og tilfeingi er alt ov lítið.

At onkur annar má hava ræðið á okkum, og at vit ikki kunu taka ábyrgd.

At okkara merki kann ikki veittra millum heimsins tjóðir.

At vit mugu biðja um pengar frá øðrum landi fyri at vanlig verkafólk skulu hava vælferðarskipanir og sømilig livikor – hóast vit vita, at tað er verkfólk og løntakarar, ið skapa virðini, og at tann sonevndi blokkstuðulin er mest farin til at gera tey ríku ríkari í Føroyum. Og at sleppa okkum undan at krevja egna fígging til egnar vælferðarskipanir í okkara egna landi.

Tær sterku rørslurnar og frambrotini
Men fakfelags- og verkafólkarørslan hava saman við tjóðskapar- og fullveldisrørsluni, hvørja einastu ferð tær hava staðið saman og hava tikið tøk saman, mótprógvað hesi følsku søgu.

Tá ið vit virða okkara egna. Virða og standa saman um tað, ið vit sjálv skapa. Virða okkara egna tilfeingi. Samstarva, reisa okkum, traðka út í heim og samfelag sum javnsett fólk og menniskju.

Tá skapa vit samfelag. Tá skapa vit javnrættindi. Tá skapa vit tjóð.

Ja, tað ber til...
Og tað, ið nærum ongin hevði trúð... – tað ber til!

Ja, so seint sum í gjárkvøldið, prógvaðu okkara hondbóltsmenn tað aftur. Teir knógvaðu Kekkia, sum er millum fremstu hondbóltstjóðir í Evropa og í heiminum.

Ein danskur hondbóltsserfrøðingur segði, at tað átti ikki at verið møguligt.

Men tað ber til, tí fólk arbeiða miðvíst saman um felags mál – og seta sær høg mál og hava dreymar. Við undangongufólki, breidd, ósjálvsøknum og sjálvbodnum arbeiði, har øll hava atgongd. Við fakfólki og harðari venjing. Tá fáa vit felagsskapin at virka, og skapa samstundis møguleikar hjá úrmælingum at menna síni evni.

Júst hetta er jú eisini søgan um fakfelags- og verkafólkarørsluna kring allan heim. Og um tjóðskapar- og fullveldisrørsluna í Føroyum.

Tá ið vit virða okkara egna, okkara egna tilfeingi og skipa felagsskap millum fólk, tá skapa vit tað besta, ið heimurin kann bjóða, og vit skapa varandi virðir fyri komandi ættarlið.

Tað, ið ongin ella fá høvdu trúð – tað ber til!

Hvør hevði trúð fyri 150 árum síðani, at tey ognarleysu og verkafólkið skuldu fáa valrætt og skipa egin feløg, sáttmálar, trygdarskipanir og altjóða samstarv? At kvinnur skuldu fáa valrætt – tíansheldur líkaløn við menninar? At børn hjá verkafólki og ognarleysum kundu fáa rætt til ókeypis útbúgving, heilsu og arbeiðsloysisstuðul?

Hvør hevði trúð fyri 80 árum síðani, at vit kundu menna egnar skúlar, skaldskap, list, mál og mentan – ja, eitt heilt symfoniorkestur, film, útvarp, tjóðpall. Heimskendar tónleikarar, ítróttafólk, íverksetarar, arkitektar, listafólk?

Hvør hevði trúð fyri bara 70 árum síðani, at vit fóru at byggja vegir og havnir og granskingarstovnar og egið sjúkrahúsverk, kommunala orkuskipan, dagstovnar, eldrarøkt og samskiftistøkni í heimsflokki?

Hvør hevði trúð fyri bara 40 árum síðani, at vit fóru at hava egið fiskimark við heimsins ríkasta tilfeingi pr. íbúgva, sum nøkur tjóð hevur? At vit eru ein stórhavstjóð í miðjum Atlantshavi? At vit fingu nýggjari skip og virkir?

Føroyar vóru jú eitt fullkomið og forsømt útjaðara-amt fram til seinna heimsbardaga. Og vit kundu endað sum Hetland, um vit ikki høvdu tjóðskapar-, verkafólka- og loysingarrørsluna.

Hvør hevði trúð fyri bara 30 árum síðani, at vit fóru at hava egið flogfelag og nýbygt havrannsóknarskip og nógv økt tilfeingi í øllum okkara sjógvi og firðum?

Men tað bar til. Hóast fá høvdu trúð tí, og mótstøðan var øgilig.

Og í hesi menning mugu vit aldri gloyma, at tað vóru felagsskapirnir og fakfelags- og verkafólkarørslurnar – ja, kommunurnar, sum eisini vóru drívmegin í at endurnýggja okkara vinnutól á sjógvi og landi og at nútímansgera Føroyar, saman við undangongufólki í vinnu kring landið.

Tað er sum Hans Andrias Djurhuus yrkir:

Tit liva ei í søgum,

sum teir ið brutu garð,

men móti hæddum høgum,

hvør yrkisdagur bar,

tí tykkar strev og stinni,

tað sløkti hungursbrand

og tykkar ríka sinni,

tað bygdi hetta land.

Men hví lata vit so fámannaveldinum valdið?
Men hvussu ber tað so til, tá ið alt hetta hevur borið til, at vit standa í Føroyum og í heiminum í dag, og søgan endurtekur seg?

Har heimurin og Føroyar gerast alt meira eitt fámannaveldi, har nøkur fá – og tann sonevndi altjóða stórkapitalurin og fíggjarheimurin – leggja alt undir seg?

Hvussu ber tað til, at tað sum so nógv fólk skapa og sum vit eiga í felag, verður rænt, tikið og selt til privat, sum so selja tað millum sín á pappírinum fyri ørandi upphæddir?

Nú eiga 2000 fólk í heiminum skjótt meira enn helvtin av øllum heimsins íbúgvum. Og so víst sum, at sólin rísur, so fer koronafarsóttin at elva til størri ójavna í heiminum, og at nøkur fá gerast upp aftur ríkari – eisini av heilivági og at onnur gerast ófræls.

Og hvussu er hjá okkum?

Í 1930 segði Andrias Ziska, sum var handilsmaður og brennandi loysingar- og fakfelagsmaður, at í Havn áttu 10% av fólkinum meira enn hini 90% tilsamans. Tá fylktust verkafólk og kravdu batar og livikor.

Hvussu er støðan í Føroyum í dag? Ja, í okkara felags ogn, fiskinum í havinum, sum ættarlið undan okkum hava stríðst fyri at vinna tjóðini, eiga 4-5 fyritøkur skjótt alla atgongd til fiskin.

Og tey hava við samtykt frá einum teprum meiriluta her í Løgtinginum fingið loyvi at selja tað ímillum sín – eisini til útlendingar. Ja, tey hava fingið sonevnd 12- ára loyvi, sum verða longd hvørt ár og keypt og seld – eisini til útlendingar.

Hesi rættindi hava eitt virðið á í minsta lagi 36 milliardir krónur í 12 ár. Ørandi upphæddir, ið er ótrúliga ilt hjá okkum at skilja.

Í Føroyum fara skjótt eini 5 promillu av fólkinum at eiga meira enn øll hini fólkini í Føroyum tilsamans. Og tað verður ikki bara fiskurin, ið savnast á fáar hendur. Tað verður jørð, bústaðir, handlar, annað vinnulív og so framvegis.

Hetta verður eitt fámannaveldi, ið sjáldan er sætt áður.

Vit síggja eisini, at uttan stórvegis himpr, rindar BankNordik 700 mió krónuir út í vinningsbýti til fáar eigarar – og helst uttanlands – meðan vanliga fólkið skal gjalda meira fyri lán og tænastur til at liva eitt sømuligt lív. Í alivinnuni er sama gongd.

Vit verða fylt við møsni
“Jamen, hetta eru treytirnar í altjóða marknaðinum og vit eru í kapping á heimsmarknaðinum”, hoyra vit løgmann, fíggjarmálaráðharra og samgongufólk siga.

Men hví vit góðtaka vit slíkt møsn?

Hvør er hesin sokallaði altjóða kapitalurin, fíggjarmarknaðurin, børsurin og spekulasjónsheimurin, sum er amboðið til, at nøkur fá promillu av fólkinum í heiminum eiga meira enn øll hini 90-95 prosentini?

Hvussu sær hann út, hesin altjóða kapitalurin og fíggjarheimurin, sum hevur koyrt bæði okkara land og allan heimin á heysin ferð og eftir ferð?

Sum livir av vinninginum av arbeiðinum og virðunum sum vanlig fólk og løntakarar, ættarlið eftir ættarlið, skapa hvønn dag um allan heim.

Hesin fíggjar- og ognarheimur, sum eisini oyðir náttúru og fjølbroytni um allan heim, og sigur, at alt tað ríkidømið og fjølbroytta, sum náttúran, jørðin, havið, lívið ella Várharra hava givið okkum til láns, skal verða privat ogn hjá einstaklingum, sum kunnu selja tað ímillum sín fyri óskiljandi upphæddir.

Kenna tit henda altjóða kapitalin og fíggjarheimin? Eg kenni hann ikki! Hann hevur ongantíð bjóðað mær ein lítlan! Hann hevur ongantíð fingið mítt hjarta at darra! Hann hevur ongantíð fingið meg at elska nakað størri enn meg sjálvan ella at elska næstan sum sjálvan meg – tvørturímóti!

Hvør tekur váðan, ábyrgdina og rindar rokningina?
Og so skal hesin kapitalur og fíggjarheimur eitast at taka váða á seg og verða drívmegin í øllum. Men hesin sonevndi fíggjarheimurin og hetta “kervið”, har leiðandi fólk skulu hava lønir og bonussar, tí tað skal vera so stór ábyrgd og váði, hann hevur ongantíð váða og ábyrgd!

Nei, tá ið spekulasjónin rent lond og fólk á heysin, so er tað vanligi fólkið, løntakarin, tey smærru vinnurekandi og verkafólkið, ið fær rokninginia. Og taka øll tapini. Bara í mínari tíð er tað hent tvær ferðir í Føroyum.

Vit fáa trúttað oyruni full um, at tá ið tað gongur framá, so skal tað almenna blanda seg uttanum og lata vinnuna seta karmarnar og einstaklingar skulu fáa allan vinningin. Tá ið tað gongur galið, ja so skal tað almenna og fjøldin taka øll tapini og gjalda alt gildið.

Hesir sokallaðu neoliberalistarnir, ið prædika fyri skipanini og stríðast fyri at niðurbróta rættindi og felags skipanir og reglur... Teir eru fyrstir at kava niður í somu skipanir, ið teir vilja avtaka, tá ið teir standa til at missa. Hetta kenna vit undir øllum kreppum í Føroyum.

Og tað hava vit aftur sæð undir koronufarsóttini. Eisini her heima. ALS hevur verið størsta trygdin. Og tær felags skipanirnar og samanhaldið.

Tað er altíð tann breiða fjøldin. Tann vanligi løntakarin og skattgjaldarin og tey vanligu vinnurekandi í Føroyum, sum skal gjalda fyri alla niðurgongd og kreppur.

Men tey, ið arbeiða og skapa virðini. Tey, ið royna at reka sínar fyritøkur við skili. Tey, sum í privatum ella almennum starvi, bera samfelagnum uppi og royna at skapa eitt rímiligt og sømuligt lív í gerandisdegnum – tey skulu altíð gjalda við lønarniðurskurði, mistum ognum, arbeiðsloysi, sínum skattakrónum og við “at vísa hógv og samfelagssinni”.

Koronakreppan og stongsulin fyri virkseminum og samskiftinum hjá fólki, hevur jú enn einaferð prógvað: Tað er bara veruligt arbeiði, dygdir, førleikar og samskifti hjá veruligum fólki, ið skapar veruligu virðini í samfelagnum og um allan heim. Tað er ikki savningin og upphópingin av teimum virðum, sum vit øll skapa og hava skapt gjøgnum ættarlið, á nakrar fáar hendur.

Uttan arbeiðsfólk á virkjum, fyritøkum og stovnum. Uttan fólk í heilsuverki, almannaverki, skúlaverki, og kommunum. Uttan fólk, ið skapa tær vørur og tænastur, ið vit sum menniskju ynskja at geva nakað av okkara arbeiði afturfyri. Uttan fólk, ið skapa mentan og list og hugsanir og gransking. Uttan fólk, ið hvønn dag gera sjálvboðið arbeiði í ítrótti, felagsskapum, samkomum og sosialum arbeiði. Uttan fólk, ið kunnu og vilja vera saman, samskifta, ferðast, skapa saman og liva. Uttan tað – ja, so er ongin búskapur og onki samfelag.

Tá standa stórkapitalurin og tey, ið sita við ella hava arvað ófatiligar peningaognir á pappírinum, eisini nakin. Tá standa tey, ið keypa og selja pengar og pappírsvirði og hava sankað alt meira undir seg, eisini avdúkað. Tey skapa ongi virði fyri onnur. Uttan fólk og arbeiði, felagsskap og mentan – er onki virði.

Tað er tað, sum ber. Og tað ber til.

Samgongan – ein grúsom blanding
Ein vísur maður segði einaferð, at søgan endurtekur seg altíð: Fyrstu ferð sum sorgarleikur. Aðru ferð sum skemtileikur. Eg veit ikki, um hann hevði rætt.

Tí støðan í føroyskum politikki er tíverri soleiðis í dag, at vit endurtaka søguna – og tað er onki stuttligt!

Rættindi og ognir, sum ættarlið undan okkum hava stríðst fyri at vinna bæði okkum og ókomnum ættarliðum, verða avreidd við einum pennastroki á Føroya løgtingi. Í einum sjálvsøknum valdspolitiskum spæli millum samgonguflokkarnar og teirra tingfólk um at “býta á skinninum” til egnan fyrimuns:

  • Fólkaflokkurin sleppur at avreiða okkara felags ogn á sjógvi og landi (fiskin, bústaðirnar, almennar grunnar, skattligt rættvísi o.s.fr..) til teirra úrvaldu fáu einstaklingar, partafeløg og klientar.

  • Afturfyri kíkar Sambandsflokkurin øllum, men sleppur ístaðin at binda okkum inn í danskar skipanir og yvirvald og at avreiða okkara sjálvsavgerðarætt sum tjóð (Hernaðarmál, PET-lóggáva og avlurting, KT-trygd, revsilóg, telefonveitarar o.s.fr.).

  • Og Miðflokkurin sleppur onkusvegna við tveimum tingfólkum at halda seg hava mandat til at avgera allan uttanríkispolitikk, mentanarpolitikk og útbúgvingarpolitikk og at forða rættindum hjá minnilutabólkum í Føroyum saman við nøkrum samsintum í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum.

Hernaðarmál – og hvør verjir Føroyar?
Nú ætla tey, av øllum, at loyva Danmark at seta hernaðarútgerð upp aftur í Føroyum og brúka okkum sum eina handilsvøru, álopsmál og eina finnu í einum stórpolitiskum talvi.

Jamen, vit mugu gera okkara, tí “Danmark og onnur hava vart okkum”, sigur Løgmaður.

Ja, góðanmorgun! Eitt søguleyst fólk, er eitt støðuleyst fólk. Hesa sannroynd síggja vit enn einaferð í hesum máli.

Danmark hevur ongantíð vart Føroyar í hernaðar- og trygdarhøpi.

Frá sjórænarunum í 18. øld til Von Hompesch (Brillumannin) í 19. øld,sum tók alla Havnina og Skipar Hansen.

Til fyrsta og annan veraldarbardaga og í Kalda Krígnum, hevur Danmark ikki veitt nakra sum helst verju í Føroyum.

Men hinvegin hava strategisku, hernaðarligu og uttanríkispolitisku avgerðir Danmarkar sett Føroyar og føroyska fólkið (harundir okkara sjófólk og skip) í stórar vandar, og hevur gjørt okkum til álops-, torpedo- og bumbumál.

Ein og hvør føroysk familja veit av sorgarroyndum, hvørja verju, Danmark hevur veitt føroyskum sjófólki og Føroya fólki í álops- og krígsstøðum – nevniliga onga yvirhøvur

Sæð við føroyskum áhugamálum, er hetta eisini trygdarpolitiskt heilt burturvið. Føroyar eru ikki ein hóttan móti Russlandi, Kina ella øðrum tjóðum, so leingi vit ikki hava hernaðarútgerð. Einasta orsøk til, at vit kunnu gerast eitt hernaðarpolitiskt álopsmál hjá øðrum tjóðum, er um vit hava strategiska útgerð, sum onnur lond vilja leypa á ella bumba í einari krígsstøðu.

Skuldi nøkur tjóð annars ætlað at tikið nakað vald við vápnum í Føroyum, so eru Føroyar partur av bretska trygdarøkinum, og eins og undir 2. veraldarbardaga, tekur Bretland tá atgerðir, ið verja teirra egnu trygd.

Løgtingið privatiserað til eitt partafelag?

Men Løgtingið her inni, er kanska bara vorðið eitt partafelag. Ella ein savning av umboðsfólki hjá ymsum partafeløgum. Ja, tey hava privatiserað Løgtingið!

Teir fara aftur at fylla lummarnar hjá teimum fáu og tøma grunnarnar á sjógvi og landi – tað er so víst sum sjóvarfallið.

Og tjóðskapar-, loysingar-, verkafólka- og fakfelagsrørslan mugu tí finna saman aftur sum skjótast.

Hyggið bert eftir, nær rættindi hjá fólki verða vunnin í hesum landi – og nær avlop er á fíggjarlógini og skuld niðurgoldin. Tað er bert, tá ið tjóðskapardrívmegin og verkafólkarørslan ganga saman.

Men nú stendur reallønin í stað. Meðan tey, ið eiga ognirnar her heima og úti í heiminum, fáa størri og størri avkast av sínum ognum hvønn dag.

Tak bara dømini um lønina hjá vaskifólki á Landssjúkrahúsinum, fólki í handlum, røktarfólki, hjálparfólki, námsfrøðingum, tímaløntum annars og siðbundnum kvinnustørvum, ið eru langt afturúrsigldar. Bústaðarprísirnir eru ikki fyri fólk kring landið.

Og fiskimenninir – við verkføllunum í 50’unum við Erlendi Paturssyni á odda, sum endaði í geglinum fyri tað stríðið – fingu tá vunnið síni rættindi í sáttmálum og ein stóran part av virðinum av sínum fongi. Síðani tá hava teir bert mist rættindi og sín part av veiðivirðinum. Og hóast summir bólkar hava stórar hýrur av tí nýggja tilfeingi, ið tjóðin og landið hava vunnið okkum, so hava fiskimenn enn ikki eina líkinda pensjónsskipan ella eina skipan fyri niðurslitnar fiskimenn og hava góðtikið at gjalda tilfeingisgjøld fyri tað, ið reiðarin sigur seg eiga.

Rættarskipanin verjir tann privata ognarrættin hjá teimum fáu og útlendskar eigarar. Hygg bert eftir teimum rættarmálum, ið eru løgd móti landsstýrinum, tí roynt varð at verja landsins ogn og rættindi hjá fiskimonnum.

Tey fáu og altjóða kapitalurin fara áhaldandi at brúka dómstólarnar at halda fast um tað, ið tey hava fingið frá hesi samgongu.

Grundlóg, rættindi – og blokkin burtur

Tað er bert ein loysn. Vit mugu í felag taka verulig tøk. Felagsrørslurnar mugu standa saman. Fyri javnrættindum hjá tjóðum og hjá menniskjum í teimum einstøku samfeløgunum. Tað hongur óloysiliga saman. Ímóti fámannaveldinum. Fyri umhvørvi og grønari orku. Ímóti mismuni móti samfelagsbólkum. Fyri máli, mentan, skúlaskapi og føroyskum síðaarvi. Ímóti eyðræning og útlendskum valdi í Føroyum.

Tað má gerast nú í 2021, áðrenn ov seint er.

Vit mugu samtykkja egna grundlóg, ið kann taka tað rænda aftur, og sláa fast við fólkaatkvøðu, at náttúríkidømið er ogn Føroya fólks og at fólk í landinum hava javnrættindi og somu skyldur, tá ið ræður um samfelagstænastur og felags ogn.

Vit mugu av við henda ólukku blokkin, ið fastheldur valdið hjá teimum fáu og hjá øðrum landi yvir okkum – og blokkerar fyri, at vit skapa samhaldsfesti í Føroyum.

Og hví hugsa vit ikki øðrvísi? Fakfeløg kunnu í samstarvi við politiskar flokkar og rørslur stovna ein veruligan banka ella sparikassa fyri fólkið, ið kann fíggja vanliga løn og húsarhald og verulig virðir í húsum og bústøðum. Vit kunnu endurskapa tað sama í nýggjum hami, ið varð gjørt við at stovna Keypssamtøkuna, Samvinnufelag Fiskimanna og gomlu sparikassunum og lutafeløgum.

Ber tað til? Jú, sjálvandi ber tað væl til.

Tað ber væl til, at taka tað rænda aftur. Fiskurin, vindurin, vatnið, náttúran, mentanin, málið, søgan, skúlaskapurin, umhvørvið, orkan – ja, alt hetta eiga vit øll. Og virðini eru og verða skapt av okkara hondum, hjørtum og høvdum – í felagsskapi.

Tað ber væl til at skapa øllum samfelagsbólkum somu rættindi í Føroyum.

Tað ber væl til at skipa fólkaræði og fullveldi í Føroyum og ikki bara peningaræði og fámannaveldi.

Tað ber væl til at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð við fullveldi, har fólkið hevur valdið og hevur somu rættindi og skyldur.

Og so fari eg at loyva mær at minna á, at Føroyar spæla landsdyst í hondbólti ímóti Russlandi í morgin. Og sum eg havi sagt við eina russiskan vin, so hava Føroyar jú ein ávísan fyrimun! Vit eru jú júst farin upp um 53.000 fólk. Tey eru bara 145 milliónir fólk.

Men tað, ið ongin ella fá høvdu trúð, tað ber til!

Góðan altjóða arbeiðaradag!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo