40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað hendir ferð aftan á ferð. Almennu Føroyar - tað veri seg land sum kommunur - eru dyggiligur eftirbátur á umhvørvisøkinum.

Í dag kunngjørdu 12 føroyskar fyritøkur, at tær binda seg at skerja útlátið minst 50 prosent áðrenn 2030.

Hóast hetta kanska eru føgur orð, so trúgvi eg teimum. Tí í framtíðini má vinnulívið vera kappingarført viðvíkjandi burðardygd. Hetta snýr seg ikki bara um idealismu, men eisini um botnlinjuna upp á langt sikt. Her loysir tað seg at vera first-mover.

Burðardygd er sjálvandi nógv annað enn CO2-útlát, men hetta er kanska hitt mest eyðsýnda í hesum tíðum, nú umhvørvisvanlukkurnar standa í kø.

Í øðrum londum kostar tað dýrt ikki at taka umhvørvið seriøst. Stóri borgarligi flokkurin í Týsklandi stendur til at tapa valið komandi vikuskifti, tí formaðurin ikki dugdi at handfara ógvusliga flóðvanlukkuna í sínum egna landsluti.

Almennu Føroyar mugu ganga undan
Men eisini almennu Føroyar standa sum kánus. Sum løgtingsmaður varði eg sjálvandi eisini av almennu Føroyum, og má bara ásanna, at lítið hendir á økinum. Tað almenna átti at verið við til at sett krøv til tað privata, men í staðin gongur tað privata longur fram á leið enn tað almenna.

Tí mugu land og kommunur eisini byrja at taka hetta seriøst. Hvør einasti landsstýrismaður átti at havt sum aðalmál at fingi stovnar og virksemi annars at minka orkunýtsluna munandi.

Sum tað allarfyrsta áttu flestu nýggj almenn og kommunal flutningsakfør at veri eldrivin, har tað á nakran hátt ber til. Og flestu almennir bygningar áttu at skift yvir til mest møguliga varandi orku. Umframt alt hetta kemur bjálving, rusksortering og alt annað, ið hoyrir burðardygd til.

Eg eri sannførdur um, at hetta eisini hevði verið væl dámt millum borgararnar.

Tað almenna kann dríva eftirspurningin
Um tað almenna setir pengar og orku av til sína egnu grønu orkuumlegging, merkir hetta eisini, at fyritøkur innan hetta starvsøki fáa meira at gera. Við einum almennum eftirspurningi ber til at fáa privatar fyritøkur at blóma, og tað vil smitta av á grøna virksemið kring landið.

Eitt er, at tað almenna kann skapa meiri virksemi innan grøna tøkni. Men vit skulu ikki undirmeta, at tað almenna eisini kann vera ein fyrimynd.

Sum nú er er tað almenna tó alt annað enn fyrimyndarligt. 

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo