Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Filmshúsið: Filmshúsið fer nú undir at skráseta førleikar hjá filmsfólki í Føroyum eins og ymsar tænastur innan filmsframleiðslu. Endamálið er at menna ein stóran dátugrunn, har allar tænastur verða skrásettar á enskum og føroyskum. Øktur áhugi er hjá útlendskum filmsframleiðarum at filma í Føroyum og til tess at kunna nýta tær tænastur og teir førleikar, sum okkara fólk bjóða fram, er neyðugt, at kunna um hetta.

- Tað er ein fyrimunur fyri allar partar í einari filmsframleiðslu, sigur Jan Berg Jørgensen, formaður í stýrinum fyri Fimshúsið.

- Um eitt land bæði bjóðar lokalar tænastur og eina góða afturberingaskipan, gerst áhugin størri og hvør einasta framleiðsla førleikamennir okkara fólk og gevur møguleika fyri støðugari arbeiði og fleiri arbeiðsplássum, sum er avgerandi fyri vøkstur.

Leiðarin í Filmshúsinum, Tina í Dali Wagner, umsitur skipanina og heitir á allar viðkomandi vinnugreinar um at skráseta seg. Filmsframleiðslur ganga fyri seg í øllum landinum, tí er neyðugt at tænastur sum til dømis catering eisini skráseta seg.  

Dátugrunnurin er eitt neyðugt amboð sum stýrið og Tina í Dali Wagner hava arbeitt støðugt fram ímóti.

Nærri kunning sum dátagrunnin, manning og tænastur er at síggja á heimasíðuni hjá filmshúsinum ella her: filmshusid.fo/categories_company/alle-kategorier/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo