Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Fíggjarligar avleiðingar av styttari arbeiðsviku

Spurningar:
1. Er ætlanin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stytta arbeiðsvikuna í heyst?

2. Hevur landsstýrið gjørt nakra útrokning av, hvussu nógv styttingin av arbeiðsvikuni niður í 37 tímar kostar?

3. Um ja, hvat kostar ætlanin fyri almenna arbeiðsmarknaðin?

4. Um ja, hvat kostar ætlanin fyri privata arbeiðsmarknaðin?

Svar:
Spurningarnir verða svaraðir undir einum.

Landsstýrið fer seinni í heyst at leggja eitt uppskot um 37 tímar arbeiðsviku fyri løgtingið. Í løtuni er landsstýrið í trípartasamráði við umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at fremja styttingina av arbeiðsvikuni niður í 37 tímar.

Áðrenn samráðið høvdu vit eina undanhoyring, har fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg fingu høvi at koma við sínum viðmerkingum og peika á fýra fólk at umboða ávikavist arbeiðsgevara og arbeiðstakara síðuna. Síðan varð samráðið sett við fýra fólkum frá arbeiðsgevarasíðuni og fýra fólkum frá arbeiðstakarasíðuni, umframt landsstýrið.

Samráðið hevur havt átta fundir, har vit hava upplýst málið úr fleiri sjónarhornum, og har ein stórur partur av arbeiðinum snýr seg um avleiðingarnar og kostnaðin av at stytta arbeiðsvikuna. Næsta stigið er at fara undir ítøkiligar samráðingar við hvørja síðuna sær, og at enda verður lógaruppskotið liðugt orðað, sent til hoyringar og síðan lagt fyri løgtingið.

Ymsar útrokningar eru gjørdar við møguligum myndlum fyri, hvussu ein 37 tíma arbeiðsvika kann fremjast, og hvat kostnaðurin kann verða.

Sum sagt hevur fyrsti liður í trípartasamráðnum verið at fáa neyðugu hagtølini til vega fyri at meta um kostnaðin. Eg haldi, at vit eru komin langt, men endaligu útrokningarnar fyri kostnaðin á ávikavist privata og almenna arbeiðsmarknaðinum eru enn í umbúnaði. Enn er tørvur á eina meting av, hvussu tey ymsu starvsøkini, fakbólkar, stovnar og vinnugeirar fara at tillaga seg, eftir at arbeiðsvikan verður stytt.

Tað ber ikki til at siga, hvat kostnaðurin er, fyrr enn trípartasamráðið vónandi er komið til eina endaliga loysn fyri, hvussu 37 tímar arbeiðsvikan skal setast í verk.

Talan er um kompleksar útrokningar, har tað er umráðandi, at beinleiðis og óbeinleiðis avleiddar inntøkur og útreiðslur fyri landskassan og privata arbeiðsmarknaðin verða roknaðar við. Til dømis kann roknast við færri útreiðslum í sambandi við sjúkrameldingar vegna strongd, størri trivnaði á arbeiðsplássinum og harav øktari arbeiðsmegi og so framvegis. Endaliga úrslitið er neyvt tengt at, hvussu skipanin við 37 tímum verður, og hvussu tillagingin niður á hetta tímatalið verður framd.

Í hesum sambandi er serliga týðandi, hvørjar fortreytir partarnir kunnu verða samdir um.

Tórshavn, 18. september 2023
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo