Vinnuhúsið: Talið á útlenskum ríkisborgarum í Íslandi øktist seinastu 8 mánaðirnar við 6.665 persónum, og eru nú tilsamans 71.250 útlendskir ríkisborgarar í Íslandi. Vøksturin seinastu 8 mánaðirnar var 10,3 %.
Til samanberingar eru í Føroyum góðir 3.000 persónar við øðrum ríkisborgaraskapi enn donskum.
Ísland hevur eins og nógv onnur lond í Evropa stóran tørv á starvsfólki, og hóast talið á fólki við íslendskum uppruna eisini vaks, er starvsfólkatørvurin framvegis stórur og væntast at økjast komandi árini. Bara í teimum sonevndu innovatiónsdrivnu fyritøkunum væntast at mangla 9.000 serfrøðingar komandi 5 árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo