Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Stuttligt hvussu man roynir, at skapa eitt størri senarie enn tað er. Eg samanbar ikki Lgbt´arar við pedofilar. Eg nevndi eitt dømi, um hvussu vit sum foreldur høvdu reagerað í einari ávísari støðu, um onkur gjørdi seg inn á títt barn.

Eg kundi eisini tikið ein skot-tilburð sum dømi, men hann er verri at fyrihalda seg til. Vit hava tíbetur ikki tað sum gerandiskost her á landi.

Tíverri hava vit alt ov nógv av kynsligum ágangi móti børnum, tí tók eg tað sum dømi. 

Um tú lesur mítt lesarabræv orduligt, so segði eg ikki at Lgbt Føroyar (Lgbt F) skipaði fyri. Eg segði, at Norðurlandahúsið (NLH) hevði sett eitt heilt vikuskifti av til Lgbt F rørsluna, tað er satt.

Lgbt International og FIMFF hava eitt samstarv, og hesar septembur dagarnar verður NLH karmur fyri tiltøkunum, sum Lgbt F eisini luttekur á. M.a við einari framløgu frá samskiparanum hjá Lgbt F um eina kanning, sum Lgbt F hevur gjørt millum sínar egnu limir.

Hetta vil eg nú siga er áhugavert, vanliga fært tú onnur at kanna trivnaðin á einum stovni ella rørslu, men lat fara. 

Eg segði heldur ikki, at Lgbt Føroyar høvdu ónærisligar filmar til børn. Eg segði hvat NLH hevði sett á skrá, ymiskar ónærisliga filmar osv. Men eg haldi, tú bara hevur misskilt júst handan setningin, og tað er í ordan. 

Tó er tað beinleiðis ósatt at siga, at børn í eitt nú USA ikki hava kunnað og enn kunnu skifta kyn. Eg kann millum annað vísa á ein dokumentar sum eitur “What is a woman,” sum Matt Walsh hevur gjørt. Har læknar, sálarlæknar, sálarfrøðingar, lívfrøðingar osfr. greiða frá hvussu alt fyrigongst. Børn yngri enn 15 ár blivu sett í medisinska viðgerð, fingu medisin sum man vanliga brúkar til at kastrera (gelda) barnamisbrúkarar við, í USA.

Sjálvandi fekk hesin filmur harða mótstøðu, tí m.a Lgbt rørslan (tó ikki bara tann rørslan) ikki vildu hoyra um skilið. Har vóru vaksin fólk, sum fortaldu sína søgu, sum høvdu skift kyn og nú angraðu tað. Men tey kundu ikki venda aftur til sín upprunaliga tilstand. Hesi ávarað hart ímóti at loyva børnum og øllum øðrum í slíka viðgerð, tí tað setti tey bara í eina enn verri støðu enn frammanundan viðgerðini.

Tað kann vera, at Lgbt F ikki vil arbeiða fyri Løgfrøðiligum kynskifti fyri yngri enn 18 ár, sum tey siga.  Tó ivist eg onga løtu í, at tað verður tað næsta. Nokk heldur ikki bara løgfrøðiligt.

Tí søga felagsins vísir ígjøgnum árini, at tað fær ongan enda, hóast lyftir hava mangan verið, um at hetta er tað síðsta.

Løgfrøðiligt kynskifti er púra burturvið. At fara inn og kunna broyta sítt íborna kyn, p-tal, navn, pass og alt annað. Tað er ikki bara at gera ilt verri, men tað er eisini at seta nógv onnur fólk í nógvar óynsktar og ágangandi støður.

Eg kann taka eitt dømi sum blívur ítøkiligt, og sum mong hava upplivað aðrastaðni, har hesi ting eru gjøgnumførd. 

Dømi:

Eg eri lærarinna, tað er fyrsti skúladagur á Miðnámi. Har kemur ein vælvaksin typiskur ungur maður inn í skúlastovuna saman við floksfeløgunum. Øll skulu tí vanligu navna rundina, siga hvussu tey eita, hann sigur seg eita Eva. Eg síggi hann er maður, so eg spyrji sjálvandi umaftur, hvussu hann eitur. Hann endurtekur, Eva. Tá so tímarnir ganga, so hava lærarnir gloymt meira enn helvtina av nøvnunum, vit hava ongan kjans at minnast øll nøvnini beinanvegin, so tá blívur tað vanliga til “hann” ella “hon” ístaðin fyri navnið.

Men sært tú, nú skal eg til at kalla henda mann fyri hon, tí hann hevur løgfrøðiliga skift kyn. Eg veri tann sum blívi meldað, og missi mítt arbeiði (sum eg forrestin havi stríðst at lisið til í mong ár á hægri lærustovni) tí eg ikki vil lúgva. Ein maður kann ikki eita Eva. Longri er tann søgan ikki.

Tað gongur ímóti míni samvitsku og sannføring at kalla mannin fyri hon. 

Sami maður hevur ítrótt, og nú skal hann undir brús saman við konufólkunum, tí hann kennur seg sum eina kvinnu. Aftur her eru trupulleikar, tí ongin vil undir brúsu við mótsatta kyninum, hvørtfall ikki um tú hevur sunnan fornuft og virðing fyri tær sjálvum.

Aftur her vera tað tær, sum ikki vilja undir brúsu við honum, sum fáa lortaspannina.

Hví?

Jú, tí vit eru ikki rúmlig, vit eru hatursfull, vit spreiða fordómar og ótta.

Álvaratos.

Hatta er bert okkurt av mongu støðunum sum øll onnur koma í, pga. løgfrøðiligum kynskiftið hjá persónum.

Vit kunnu bara hyggja út í heim, hvussu nógvar trupulleikar tey hava, av júst hesum sama skili.

Um onkur kvinna vil føla seg sum mann, og siga seg vera tað. Hon um tað.

Men vit í Føroyum skulu ikki tvingast til at kalla hana fyri ein mann.

Vit eiga, at siga sannleikan, óansæð hvat.

Eiga eisini at læra okkara børn at siga sannleikan, eisini tá hann er ópopulerur ella ikki vil vera lýddur.

Eg haldi tað er sera áhugavert, hvussu niðurstøðan næstan altíð endar eins.

Er man ikki samdur, so er niðurstøðan hendan.

Eg siteri samskiparan hjá Lgbt Føroyar: “at tíðin við lesarabrøvum, hvørs endamál er at spreiða hatur og ótta og niðurgera minnilutar.”

Eg meini so við, vit í Føroyum er blivin alt ov sart. Ongin kann hava eina aðra meining, tí so brúka vit bara tann nýggjasta `cancel culture` stílin.

Eg sletti teg á FB, Instagram, Twitter ella Messenger. 

Vónandi kunnu vit virða talu-og skrivifrælsi hjá øllum.

So tað gerst ein tur/retur billett fyri báðar partar, og ikki ein einvegis billett. 

Livst so spyrst….

Heidi M. Johansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo