Talvsambandið: Tað endaði 4-0 til Føroyar, tá toppur og botnur møttust í sjeynda umfari í smálandakappingini í talvi á Malta.
Føroyar telvaðu í dag móti einum kvinnuliði, sum loysir av San Marino, ið gav avboð til kappingina. Hesar, ið rópa seg ESNA Woman, eru ikki mentar at standa seg í kappingini, og tí var eingin bilsin, at allar fýra taptu fyri oddaliðnum.
Helgi Dam Ziska tók sær ein frídag í dag. Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen vunnu allir. Hetta man vera fyrsta ferðin, at tveir tannáringar eru á føroyska talvlandsliðnum í senn. Luitjen og Jón eru ávikavist 15 og 16 ára gamlir.
Aftur toppdystur
Kýprós hevur tikið øll á bóli. Teir hava ikki verið so frammarlaga í hesum kappingum sum nú, og spenningurin er tí stórur til oddabrakið millum Føroyar og Kýprós í morgin fríggjadagin.
Føroyar hava fult stigatal, 14 dystarstig (tvey stig fyri vunnan dyst og eitt fyri javnleik). Kýprós hevur 12 stig fyri fimm sigrar og tveir javnleikir - móti Monako í dag og Guernsey fyrr í kappingini. Føroyar hava 23 borðstig, Kýprós 20.
Vinna Føroyar á Kýprós, hava føroyingar samstundis vunnið kappingina, sama hvussu úrslitini laga seg í síðsta umfari leygardagin.
Føroyar fara uttan iva at manna seg við sínum fýra fremstu telvarum - Helgi, Høgni, John og Luitjen. Allir hava hægri styrkital enn mótstøðumenninir. Men havast skal í huga, at kýprarnir hava avrikað munandi betri, enn styrkitølini kundu bent á. Tríggir av teimum fremstu fýra hjá Kýprós eru ósigraðir í kappingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo