Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu fer í næstum at hava eitt sera áhugavert tiltak fyri starvsfólkum í kommununi og fyri almenninginum.

Kenneth Højgaard, sum dagliga starvast í Københavns Madhus, kemur á vitjan.

Meðan hann er her, fer hann at vitja á ymsum røktarheimum og deildum, eins og hann fer at vitja í nøkrum av køkunum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni. 

Aðalmálið við vitjanini er at geva íblástur og vitan til bæði røktarstarvsfólk og kostrøktarstarvsfólk.

Ynskið er, at so nógv sum til ber fáa ágóða og íblástur av vitjanini. Fyri at røkka tí málinum, verður eisini ein almennur fyrilestur á Boðanesheiminum, har Kenneth Højgaard fer at tosa um ”Ta góðu máltíðina”.

Hugsanin er, at øll sum onkursvegna fáast við matgerð og/ella borðreiðing til onnur (t.d. í vøggustovu og barnagørðum, skúlum, matvinnuni), kunnu tekna seg til fyrilesturin og vónandi fáa góða og nýtiliga vitan heimaftur við sær.

Alt tiltakið er liður í tilgongdini hjá Heilsu- og umsorganartænastuni at menna og lyfta støðið í tænastuni, sum verður veitt borgarum í Tórshavnar Kommunu. Eisini er hetta í samsvar við politisku leiðina, sum Tórshavnar býráð hevur sett út í kortið, nevniliga at tryggja eldru borgarunum væl undirbygda, fakliga umsorgan á øllum økjum, har dentur sambært politikkinum fyri økið verður lagdur á heilsustimbran og fyribyrging m.a. tá tað kemur til kost.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo