40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sá á einum av tíðindaportalunum, at tyrlan hjá Atlantsflog hevði verið úti hjá nótaskipinum Fagraberg, sum hevði fingið ein sjógv 240 fjórðingar norðanfyri Føroyar, og ein maður umborð hevði fingið skaða. Tyrlan flutti mannin á landssjúkrahúsið. Hetta var ein langur túrur, sum sambært heimasíðuni hjá Vørn tók 9 t. og 30 min.

Í hesum tíðindastubbanum eru tríggjar av grundsúlunum í einum vælferðarsamfelagi, sum eg seti stóran prís uppá.

Eg virðismeti, at vit hava sjófólk, sum balist úti á havinum í ódn og í logn og leitar eftir fongi og førir hann til lands. Uttan hesi høvdu vit ikki tað vælferðarsamfelag, sum vit hava í dag. Hesi skulu virðismetast og hava tryggar karmar úti á havinum.  

Eg virðismeti, at vit hava eina góða tilbúgving, sum traðkar til, tá óhapp og vanlukka rakar. Sum í hesum førinum, har tyrla í vánaligum líkindum flýgur heilt út á sjómarkið og tekur ein skaddan mann upp av skipinum. Her er ikki pláss til nógvar feilir.

Somuleiðis virðismeti eg, at vit hava eitt gott heilsuverk, sum kann taka ímóti á landi.  

Hetta eru tríggjar av grundsúlunum, sum Fólkaflokkurin altíð hevur sett  stóran prís uppá.  Vit fara eisini frameftir at raðfesta hetta høgt. Vit vilja gera gerandisdagin tryggari  hjá okkum øllum, bæði á landi og sjógvi.

X við Fólkaflokkin
X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo