Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jacob Vestergaard á Facebook: Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Høgni Hoydal og føroysku fólkatingsumboðini, Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale, hava hvør í sínum lagið verið í miðlunum og boðað frá verjusemju, sum er gjørd millum Danmark, Føroyar og Grønland, og kunngjørt ein avtalu um verjupolitikk, sum er gjørd millum partarnar.

At Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale eru við í einari danskari verjusemju var væntandi. Tey eru ein inngrógvin partur av donskum politikki, men tað undrar stórliga, at Høgni Hoydal hevur verið við til at gera eina avtalu um verjusemju.

Avtalan er lítið ítøkilig, og er mest hugleiðingar um danskan verjupolitikk, har vit føroyingar verða niðursjóðaðir í danskar ætlanir í okkara egna landi.

NATO-sáttmálin fevnir um Føroyar og hann er okkara trygd og framtíð. Hóast verjumál eru undir donskum málsræði, skal landsstýrismaðurin halda seg burtur frá øllum samráðingum um verjumál, har Føroyar ikki eru ein sjálvstøðugur partur.

Samstarvið, sum landsstýrismaðurin er blivin partur av, er liður í yvirskipaðari ætlan hjá dønum, at halda saman uppá sonevnda ríkisfelagsskapin, við at kyrra og spekja Føroya fólk.

Føroyar eiga ikki at vera partur av donsku verjusemjuni, sum er eitt mál, ið einki hevur við føroysku politisku skipanina at gera. Ætlaða samstarvið gevur dønum ein politiskan blankokekk – føroyingar sleppa at spæla fólk í húsi – vit skulu halda, at vit hava nakað at siga, men veruleikin er jú, at danir hava alt vald.

Vit føroyingar eru við avtaluni blivnir statistar í egnum landi, í einum donskum verjupolitiskum sjónleiki.

Ætlanin og retorikkurin sampakkar heldur ikki við hugsanina um, at Arktis skal verða eitt lágspenningsøki.

Um ein spent støða skuldi tikið seg upp í Norðuratlantshavi, verður tað ikki Danmark, sum fer undir hernaðarligt virksemi um okkara leiðir. Tað eru bretar, sum síggja Føroyar sum part av teirra verju.

Tí er tað umráðandi at Føroyar fáa beinleiðis samband við Bretland, so at vit har kunnu samráðast um okkara støðu í sambandi við verjuna í Norðuratlantshavi og hava vit sjálvstøðugar royndir frá tí undir seinna heimsbardaga. Avtalan um verjumál, sum Høgni Hoydal, vegna Føroyar er partur av, ger at vit ongan veruligan leiklut fáa.

Vit skulu halda frástøðu frá donskum politikki, og krevja at sleppa at samráðast við tey – í hesum føri Bretland – sum hava vitan og ætlanir um, hvønn leiklut Føroyar skulu hava í verjuni í Norðuratlantshavi.

Tann leikluturin fer á ongan hátt at vera í andsøgn við danskan verjupolitikk, tí at Danmark hevur í veruleikanum einki við verjuna av Føroyum at gera.

Bert á tann hátt fáa vit ein sjálvstøðugan leiklut, tá ið tað snýr seg um Føroyskan verjupolitikk.

Vit hava víst í verki, at har vit samráðast sjálvi um okkara viðurskifti, fáa vit nakað burturúr, føroysku tjóðini at frama.

Tí skulu vit ikki vera undir skjúrtafaldinum á donskum politikarum og føroyskum fólkatingsumboðum, soleiðis sum politikkurin hjá Høgna Hoydal er, men sjálvi tala søk føroyinga á rætta stað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo