Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag er altjóða mannarættindadagur. Dagurin har vit varpa ljós á tey rættindi, sum vórðu samtykt í ST við Heimsyvirlýsingini um mannarættindi í 1948.

Stovnarin av Amnesty International, Peter Benenson, valdi at minnast hendan dagin við at tenda eitt ljós at minnast øll tey, sum framvegis ikki hava hesi rættindi. Og á hvørjum ári heita vit tí á tykkum øll um at tendra eitt ljós í dag tann 10. desember. Eitt ljós birtir vón.

“Ljósið brennur ikki fyri okkum. Tað brennur fyri øllum teimum, sum vit ikki hava megnað at bjargað. Sum vórðu skotin. Sum vórðu pínd. Sum vórðu rænd. Sum hvurvu. Tað er teimum, ljósið brennur fyri.” – Peter Benenson

Amnesty International Føroyar hevur í ár selt Amnesty-ljós til dagin, og tað sermerkta við ljósunum í ár er, at tað eru starvsfólk hjá Dugna, sum hava framleitt ljósini úr kertustubbu, sum føroyingar hava latið inn seinastu mánaðirnar.

Í kvøld fara Amnesty Ung at halda dagin við at skriva brøv, soleiðis sum siðvenja er, og tit eru øll vælkomin við.

Amnesty Ung skipa fyri almennari skrivikafé í Sirkus í kvøld tann 10. desember kl. 19.00, har Dania Tausen við bólki eisini fer at spæla nøkur løg. Í ár skriva vit brøv fyri einum ungum manni í Chili, sum varð skotin í eyguni, tá hann var partur av mótmælisgongu fyri sosialum rættindum, og so skriva vit eisini fyri Nassimu úr Saudi Arabia, sum situr í fongsli fyri at hava tosað hart um rættin hjá eini kvinnu at flyta seg uttan ein mannligan verja.

Øll eru hjartaliga vælkomin við, og til øll tey, sum ikki kunnu koma, er kunning á heimasíðu okkara: www.amnesty.fo, har tú kanst lesa um málini og um, hvussu tú kanst skriva brøv heimanífrá.

MANNARÆTTINDASTØÐAN Í FØROYUM 2020:

Í vikuni lat Amnesty hoyringsskriv til Føroya Landsstýri, har vit vísa á viðurskifti, sum vit meta eiga at broytast í Føroyum. Les um fongsulsviðurskifti, samtykkilóg og upplýsing um mannarættindi HER.

41 ALTJÓÐA SIGRAR Í 2020:

Les meira um altjóða sigrar hjá Amnesty í árinum, sum fer HER.

Góðan altjóða mannarættindadag 2020

Amnesty International Føroyar

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo