Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í sambandi við at tennishúsið í Gundadali nú er liðugt og verður alment tikið í nýtslu, verður móttøka fyri øllum áhugaðum fríggjadagin 17. november kl. 15:00.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at flyta fram røðu og Rúna Seyer Eliassen, forkvinna í Havnar Tennisfelag, fer eisini at siga nøkur orð um menningina av felagnum, sum nú hevur fingið munandi betri umstøður.

Felagið bjóðar kaffi og okkurt søtt afturvið.

Tað var í 2019 at Havnar Tennisfelag og Tórshavnar kommuna gjørdi samstarvsavtalu, ið hevði til endamáls at betra um umstøðurnar hjá tennisíðkandi í Havn.

Í 2019 varð nýtt undirlag úr graslíki lagt á vallirnar. Ljósmastrar komu upp í 2021 og nú í ár er felagshúsið liðugt. Umstøðurnar eru hervið betraðar munandi og limatalið er eisini fleirfaldað seinastu árini og er nú áleið 200.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo