Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Sum kirkja tilbiðja og æra vit Jesus Krist, ið er fullkomnari lógarinnar. Kristus er okkara einasta vón um tímiliga og æviga bjarging. Vit fáa í trúnni á Guðs frelsu í sáttargerð og rættvísgering Jesu Krists lut í allari Guðs dýrd og fyllu.

Við støði í hesi staðfesting, kaga vit varisliga inn í Triðju Mósebók, ið stórt sæð er eitt savn av mongum ymiskum lógum bæði við atliti at trúnni á Harran Guð og atliti at tí borgarliga lívinum í samfelagnum.

Nøkur av teimum lærdu og kønu meta, at Triðja Mósebók er tann týdningarmesta bókin í Gamla Testamenti.

Hjá eini kirkju er tað umráðandi tilvitað at velja allar teir bíbilsku tekstirnar sum tað umráðið, ið vit hugsjónarliga byggja okkara útsagnir á. Skriftin er í sínum vavi givin okkum til lærdóms, uggan og uppbygging.

Á hesum sinni verður eitt evni, ið nógvir føroyingar sambært miðlunum hava eina avgjørda meining um, tikið fram. Talan verður einans um eina ábending, ið skal kveikja til hugsan. Talan er ikki um eina endaliga niðurstøðu, einans eitt ískoyti til framhaldandi arbeiði.

Evnið er støða teirra fremmandu, tey í útisetu ella útlegd. Evnið er niðursetufólk í øðrum landi enn teirra etniska upphav. Evnið er ikki ferðafólk og ferðavinna.

Hvørjum skal kirkjan tæna? Vit svara uttan at blunka, at kirkjan skal tæna øllum menniskjum. Tað er eitt gott og beinrakið svar. Men sannleikin er, at svarið er í so lætt, tí tað føðir ikki spurningin: Hvussu tæna vit fólkinum í Føroyum? Svarar ikki spurningin, hvat tað merkir at tæna fólkinum, teimum, ið her búgva og støðast. 

Endaliga svarið er torført at orða, men tað er nakað við at vera viðkomandi. Tað er at møta menniskjum uttan fordómar, at vera opin og hjástaddur í løtuni. Tað er at fara væl við menniskjum, kendum sum ókendum, ríkum sum fátækum, landsmonnum eins og nýggjum føroyingum.

Onkuntíð verður tað sagt beint fram. Aðrar tíðir liggur tað sum ein undirtóni, at tey fremmandu eru óynskt í landi okkara ella øðrum londum. Viðhvørt eru orðingarnar hvassar og fyltar við hatri. Hatur er ongantíð gott, og fremmandahatur er beinleiðis niðurbrótandi og skaðiligt.

Vit kunnu sum kristin verða hugsjónaliga kveikt við at kaga í tær gomlu bøkurnar hjá Ísraels fólki. Guðs egna útvalda fólk, Ísrael, fekk í heilagum ritum álagt at fara væl við øllum menniskjum, eisini teimum fremmandu.

Ísraels fólk kendi støðuna og visti, hvat tað var at vera útiseti ella í útlegd. Í nógvar mátar høvdu tey havt tað gott, og kundu løna gott við góðum.

Ísraels fólk kendi eisini svian av trælaoki men fekk álagt, at løna ilt við góðum. Hatur er ein tann ringasti eginleikin hugsast kann. Tað byggir einki upp, tað brýtur niður.

Hatur fer sum eldur um land og ríki, og fólk og tjóðir leggjast í oyði. Hin einstaki, ið hatar, verður uppetin innanífrá, og hjartað verður sum ein kaldur steinur og líkist gróti, sum vit kenna frá eldgosi.

Ístaðin fyri hatur eiga vit at halda fast við kærleikan. Ikki einans tann søta romantiska kærleikan, men kærleikan, ið letur seg í arbeiðsklæði.

Lívið krevur nógv av tí einstaka, tað er valla lætt og einfalt. Kristnin eigur í Kristi stað at vera hjástødd í lívinum og skapa nærveru og livilig kor í tilveru fólksins. Tað er svá sagt verður í Orðtøkunum: “Hatur veldur deilur, men kærleiki breiðir yvir øll misbrot.” (10,12).

Ísraels fólk fekk boð um at fara væl við útisetunum. Tað er ein dygd, sum skriftin heldur hátt í hevd, at vit fara væl við øðrum menniskjum, eisini teimum, ið ikki eru runnin av heimligari rót. Skrivað stendur:

“Kúga ikki útisetan; tit vita, hvussu tað finst at vera útiseti, tí tit hava sjálvir verið útisetar í Egyptalandi.” (Onnur Mósebók 23,9).

Hin kristna kirkjan eigur at vera ein griðstaður í fólkinum. Ein griðstaður, sum eisini er opin fyri útisetum og fremmandum. Vit eiga at vera innbjóðandi og lívgandi.

Tað var júst hetta Ísraels fólk fekk boð um. Teir skuldu byggja seks borgir sum griðstaðir, tríggjar hinumegin Jórdan og tríggjar í Kánáanlandi. Hesir griðstaðir skuldu vera fyri Ísraelsmenn og útisetan og niðursetumannin millum Guðs útvalda fólk. (Fjórða Mósebók 35,9-15).

Vit kunnu saktans vera fevnandi, tí vit vita á hvønn klett kirkjan byggir, Jesus Krist, Harran og frelsaran.

Tey fremmandu eru eins og vit Guðs skapningur, myndað í hansara mynd og elskað av honum við einum ævigum kærleika.

Hóast vit fingu náðir at búleikast á vøkru og prúðu oyggjum okkara, fingu náðir at njóta Føroya land og tess ríka tilfeingi, so eru vit onkursvegna útlendingar í hesum heimi. Vit eru ávegis heim í tað lovaða landið, sum Kristus hevur funnið og vunnið okkum, himmalin og ævinnar ríki.

At koma heim er nakað heilt serligt, eisini fyri útisetan. Tað mega vit sum føroysk kirkja boða okkara landsmonnum og teimum fremmandu. At vit øll er vælkomin til heimlandið. Amen.

Orðið: “Tá ið útiseti býr hjá tær í landi tykkara, tá mega tit ikki vera harðir við hann; sum ein av tykkara egnu skulu tit telja hin fremmanda, sum hjá tykkum býr; tú skalt elska hann sum sjálvan teg...” (Triðja Mósebók 19,33-34).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo