Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er hykl og falslæti av ringasta slag, tá 57 limalond í muslimska samstarvsfelagsskapinum (OIC) í hesum døgum finnast at Svøríki og Danmark og krevja, at brenning av koranini verður steðgað umgangandi, annars fær tað avleiðingar.

- Nógv av somu londum hava bannað bíbliuna og kristin verða framvegis forfylgd, sigur Johannes Baun frá Danska Bíbliufelagnum (hagani Føroyska Bíbliufelagið er sprottið) við Jyllandspostin.

Danska stjórnin arbeiðir við ítøkiligum ætlanum at avmarka møguleikan at brenna koranir, og tað hevur fingið danskar miðlar at seta spurningin um hetta er at ganga talufrælsinum hjá fólki ov nær.

Sambært felagsskapinum Open Doors verða kristin forfylgd ógvusliga í 11 londum, og 8 av hesum londunum teljast ímillum teirra, sum nú vilja revsa Danmark og Svøríki fyri at loyva brenning av koranum.

Í Yemen, sum er eitt av londunum, er tað forboði at vera kristin, og í øðrum, eitt nú Libya og Afghanistan, er tað bannað at eiga eina bíbliu.

- Í Afghanistan verður tú hongdur, um tað verður avdúkað, at tú ert kristin, sigur Johannes Baun.

- So tað er ongin sum helst ivi um, at tað er falslæti og hykl av dimensjónum, tá hesi londini royna at læra okkum um, hvussu ein eigur at bera seg at og ikki, sigur hann við jp.dk, sum eisini hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra, men uttan at tað hevur eydnast.

Felagsskapurin Freedom House ger á hvørjum ári ein lista yvir frælsi hjá íbúgvunum í nógvum av heimsins londum. Á listanum sæst, at nógv av OIC londunum sum finnast at skandinavisku londunum fyri at loyva koranbrenning, sjálvi liggja niðarliga á listanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo