Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Tey størru ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men okkurt av teimum smærru eru farin til fiskarí. Tey fiska á Føroya Banka. Tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum, eitt er vestanfyri Skotland og tvey sigla heim sum hava fiska tosk á Flemish Kap og kalva á Grandbank. Skipini undir Føroyum fáa mest av longu og brosmu, meðan tað vestanfyri Skotland fær mest av skøtu og brosmu.

Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðrið verður hampuligt, so roknað verður við nakað av útróðri. Fleiri fara væntandi út á Føroya Banka.

Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva. Hann er nýliga byrjaður túr, so tað er kanska ivasamt um hann landar í vikuni. Restin liggur við bryggju.

Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu, og so eru tvey pør og ein við lemmum á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.

Bara ein trolbátur er til fiskarí. Hann fiskar mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski. Hann landar síðst í vikuni. Væntandi fer onkur avstað í næstum.

Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Hini liggja við bryggju.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo