Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Bólkur The Reverends bjóðar country og amaricana tónleik á høgum stigi. Karismatiski live-bólkurin hevur verið virkin síðani 2004, tá ið teir byrjaðu sum útisetabólkur í Keypmannahavn.

Teir góvu fyrstu fløguna út sum útisetabólkur. Útgávan kallast When You’re Done.

The Reverends hava spælt víðhvar, bæði uttanlands og í Føroyum. Eitt nú luttóku teir tvær ferðir á Silkeborg Countryfestival, og teir vóru við til størsta country og folk festivalin í Letlandi.

The Reverends arbeiða við nýggjum tilfari, og teir eru eisini klárir til eina live-framførslu á Summar Festivalinum.

Manningin er: Niclas Thorsteinsson (Sang), Janus Kampmann (Guitar), Jens V. Jakobsen (Guitar), Kristin Nolsøe Bech (Bass) og Rúni Mouritsen (Trummur).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo